Todi fær fína vitjan

Tað verður stórt upplivilsi fyri nýggja FC Amager, tá ið felagið hjá Toda Jónsson o g hinum føroyingunum hósdagin 10. juli fer at fáa vitjan í Sundby Idrætspark av spanska Deportivo La Coruna. Fyrsta bríkslið í venjingardystinum verður klokkan 18.

Spanska felagið vitjar danska høvuðsstaðin, tí teir leygardagin 12. juli skulu spæla ímóti Brøndby. Dysturin á Brøndby stadion er komin í lag í sambandi við, at Brøndby veteranurin Per Nielsen gevst at spæla.

Spanska felagið ynskti at spæla ein dyst afturat í Keypmannahavn, og tað verður so ímóti FC Amager.

-Talan verður um stóra uppliving fyri spælararnar hjá okkum. Talan verður sjálvandi um óvanliga stóra mótstøðu, men hetta verður so møguleiki hjá okkara spælarum at finna út av, hvussu góðir teir eru, tá ið sammett verður við teir bestu, sigur Todi Jónsson.

FC Amager sum yvirbygningur til fleiri feløg á Amager sær dagsins ljós 1. juli, og dysturin ímóti spanska felagnum verður tann fyrsti yvirhøvur hjá FC Amager.

Síðsta kappingarár endaði Deportivo La Coruna á 9. plássi í Primera Division.