Todi er væl fyri

Um vikuskiftið byrjaði norska landskappingin í fótbólti aftur, og í kvøld skal Start spæla á heimavølli ímóti Tromsø, sum liggur aftast í Tippuliguni. Sambært blaðnum Fedrelandsvennen verður Todi Jónsson í álopinum til dystin í kvøld, og blaðið skrivar, at Todi hevur víst góðan form seinastu tíðina.
- Todi er væl fyri, men eg sigi einki, um hann spælir í kvøld, sigur venjarin Tom Nordlie við Fedrelandsvennen.Likt er ikki til, at Todi sleppur at manna  álop saman við fyrrverandi liðfelaganum úr FCK, David Nielsen, ið júst er komin til felagið. David Nielsen hevur ein minni skaða at dragast við, og hann er ivasamur til dystin í kvøld.