Todi er uppsagdur

NSÍ spælararnir eru í kvøld kunnaðir um, at felagið hevur givið venjaranum sekkin

Todi Jónsson er ikki longur venjari í Runavík. Spælararnir savnaðust til venjingar klokkan 17, og tá vórðu teir kunnaðir um, at nevndin í NSÍ hevur sagt venjaranum úr starvi, vita góðar og álítandi keldur í Runavík at siga.

 

Todi Jónsson varð eftir ársskiftið settur at vera venjari hjá NSÍ. Í dag er hann sagdur úr starvi, og harvið varð steðgurin hjá honum í Runavík styttri enn eitt hálvt ár.

 

FSF boðaði herfyri frá, at tað var ikki loyvt hjá Toda at vera høvuðsvenjari, tí hann ikki hevur hægstu venjaraútbúgvingina. Undir venjing hevur Todi havt ábyrgdina, meðan hann undir dystunum seinastu vikurnar hevur verið skrásettur at vera málmansvenjari, meðan Poul Helgi Jacobsen hevur staðið at vera høvuðsvenjari.

 

NSÍ er á sætta plássi við 15 stigum. Tað eru tvey stig fram til EB/Streym, sum er á fimta plássi, og tað eru fýra stig fram til B36, sum er á fjórða plássi.

 

Tá ið Todi fór undir venjarastarvið í Runavík, vísti tað seg, at nógv teir flestu av teimum, sum vóru á liðnum í fjør, ikki longur vóru í felagnum. Tað var neyðugt mest sum at byrja av nýggjum, og eftir 4-3 sigur á útivølli ímóti EB/Streymi í fyrsta umfari, tapti NSÍ fýra tær næstu ferðirnar.

 

Undan landsliðssteðginum vann NSÍ tveir dystir á rað á útivølli – 4-1 á Skála og 1-0 á Toftum – og fleiri ungir spælarar hava av álvara tikið ábyrgd. Her verður eitt nú hugsað um Hans Marius Davidsen, Beinir Nolsøe, Jógvan Højgaard og Meinhard Geyti.

 

Sunnudagin fær NSÍ vitjan av HB, og tveir teir síðstu dystirnir undan summarsteðginum vera á heimavølli ímóti Víkingi og á útivølli ímóti KÍ.

 

NSÍ er fjórða felagið í fremstu deildini, sum skiftir venjara. Umframt NSÍ hevur HB sagt venjaranum úr starvi, og í AB og B68 hava venjararnir lagt frá sær.