Todi er til reiðar

Fyrrverandi venjarin hjá Toda Jónsson ivast ikki í, at føroyska álopsessið er til reiðar, tá stórdysturin móti Brøndby verður á skránni sunnudagin

Ein av mongu áskoðarunum, sum sunnudagin fara í Parkini, kennir fótbóltsleikaran, Toda Jónsson, betri enn tey flestu.
Manne Høgnesen hevur í mong ár verið ein av berandi kreftunum í ungdómsarbeiðinum hjá KÍ, og sum venjari hevði hann í nógv ár gleðina av at hava Todi í leikarahópi sínum. Í árunum frá 1985 til 1989 var Manni venjari hansara, og hann var alt fyri eitt fúsur til eitt lítið prát um piltin, sum nú er størsta føroyska fótbóltsstjørnan.

Óimponeraður
Og hóast Todi saman við liðfeløgunum var vónbrotin hósdagin, so ivast fyrrverandi venjarin ikki í, at hann fer at verða á toppinum aftur, tá farið verður í gongd sunnudagin.
- Tað eri eg ikki í iva um. Hann hevur altíð verið tann, sum gekk á odda, tá tøk skuldu taka. Ábyrgdarfullur og álítandi og hann kann gerast í øðini, um alt liðið ikki stendur saman, tá á stendur.
Og hóast tað er talan um stóra stórdystin í Danmark við 40.000 fólkum uttan um vøllin, so ivast Manne heldur ikki í, at Todi er maður fyri at spæla væl kortini.
- Tað hevur altíð verið so, at hann bara hevur hugsað um tað, sum fyriferst á vølllinum. Hóast tað onkun tíð kundu vera nóg so nógv fólk og hyggja, tá vit spældu, so var tað ongan tíð nakað, sum hann hugsaði um. Hann var altíð fullkomuliga óimponeraður, og tað verður hann eisini sunnudagin, sigur Manne at enda um leikaran, sum fyri tað mesta spældi á miðvøllinum í yngru deildunum, men sum varð fluttur niðan í álopi, tá koyrilærarin í Klaksvík helt, at evnini vórðu betri gagnnýtt har frammi.