Tað er fagnaður millum føroyingarnar og allar hinar í Fremad Amager.
Í dag hevur felagið hjá Toda Jónsson á heimavøllinum í Sundby Idrætspark vunnið 3-0 á Brabrand úr Århus. Harvið hevur Fremad Amager tryggjað sær pláss í 1. deild næsta kappingarár. Fremad Amager flutti niður fyri einum ári síðani. Eftir summarfrítíðina verður tað undir FC Amager navninum, at Todi Jónsson og hansara menn fara at bjóða seg fram í 1. deild.
Fremad Amager málini í dag skoraðu Anders Jochumsen í 3. minutti, Mohammed Abdalas eftir 39 minuttir og tíggju minuttir eftir steðgin staðfesti Kristoffer Wichmann rimmar sigurin. Týskvøldið vann Fremad Amager 1-0 í Århus.











