Tað er einki dulsmál, at klaksvíkingar eru góðir við KÍ. At Todi Jónsson eftir 11 ára útlegd kemur aftur til Klaksvíkar á vitjan við FC Keypmannahavn, sigur sambært borgarstjóranum í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, ikki so lítið um, hvar hjartað hjá Toda Jónsson liggur.
Virðiligt umboð
Steinbjørn Jacobsen sigur eisini, at ómetaliga nógv børn í Klaksvík síggja upp til Toda, og her er eisini nógv at síggja upp til, tí hann er komin langt í sínum fótbólti. Harafturat heldur borgarstjórin í Klaksvík, at Todi Jónsson á sínari yrkisleið sum fótbóltsspælari altíð hevur verið eitt virðiligt umboð fyri býin, og tað takkar hann Toda fyri.
Nú KÍ fyllir 100 ár í ár sigur Steinbjørn Jacobsen, at týdningurin hjá felagnum fyri Klaksvíkar bý er ómøguligur at meta um, tí hann er so ovurhonds stórur. - KÍ er miðdepilin fyri einum stórum parti av frítíðarlívinum hjá børnum og ungum í býnum, og er felagið ein stórur og týðandi partur av uppalingini hjá einum stórum parti av okkara børnum, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Gleðiligt við nógvum ungum leikarum
Um sjálvan dystin mánakvøldið helt borgarstjórin í Klaksvík, at talan var um eitt ótrúliga flott avrik av klaksvíkingum, og hann vónaði, at avrikini í landskappingini verða minst líka góð, tá ið hon byrjar aftur.
Somuleiðis fegnaðist Steinbjørn Jacobsen um, at tað eru so nógvir ungir leikarar, ið sleppa at royna seg á besta liðnum hjá KÍ, tí tað ber bert boð um, at felagið hevur nógv gott og ungt fólk, sum eru grundarlagið fyri einari góðari framtíð hjá KÍ.