Todi er aftur á trappuni

Í dag verður gjørt av, um føroyska álopsessið hjá FCK skal sita á beinkinum í morgin, ella um hann skal bíða eina viku afturat

 

Superliga


Tað er um tað lagið, at Todi Jónsson verður við í FCK hópinum, tá teir í morgin skulu spæla ímóti grannunum úr AB. Todi hevur vant saman við hinum FCKarunum í hesi vikuni. Hósdagin vandi hann fyri fyri fyrstu ferð saman við liðfeløgunum, og tað gekk væl. Spurningurin er so, hvussu tað tørnar út í dag, nú trýstið hevur verið stórt á lærinum í tríggjar dagar.

Eingin ivi er um, at Roy Hodgson fegin vil hava Toda í hópin. Bæði tí at Todi verður mettur sum annar av vandamiklastu álopsspælarunum í felagnum, og tí hin vandamikli maðurin ikki er tøkur. Sibusiso Zuma er leikbannaður, og tað hevur við sær, at tað verða Pascal Simpson og Heine Fernandez, sum í morgin vera teir báðir fremstu hjá FCK. Hvørki hjá øðrum ella hinum hevur tað roynst nakað serligt, síðani teir komu til FCK.

Tað hevur ikki verið roknað við, at Todi verður førur fyri at vera ímillum teir fyrstu ellivu. Tað vil við øðrum orðum siga, at um Todi og teir í FCK halda tað vera ráðiligt at hann verður við í morgin, so verður tað sum ein av monnunum á beinkinum.

Eftir at tað gekk út av lagi illa í heyst, so tykist AB at vera komið fyri seg. Teir hava ikki tapt í fýra teimum síðstu landskappingardystunum. 2. páskadag vunnu teir 4?0 á Lyngby. Hóskvøldið var AB í Holsterbro og spældi fjórðingsfinalu í steypakappingini. Heimaliðið, sum hoyrir heima í triðju bestu deildini, helt leingi tørn, men at enda vann AB 2?1.


Torført hjá Herfølge

Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge kunnu gleða seg um, at teir hvørki taptu skírisdag ella 2. páskadag. Teir megnaðu 1?1 javnleik á heimavølli ímóti Viborg og 2?2 javnleik í torføra útidystinum í Brøndby. Trupulleikin er kortini tann, at javnleikirnir geva ov lítið í stigaposan, og tískil er Herfølge framvegis niðanfyri strikuna.

Í morgin skulu teir spæla á útivølli ímóti FCM, sm rættuliga hevur blandað seg í oddastríðið. Kanska vera teir í FCM eitt sindur moyrari í morgin, enn teir í Herfølge fara at vera. Hóskvøldið var FCM í Keypmannahavn og spældi fjórðingsfinalu í steypakappingini. Á Eysturbrúgv stóð 1?1, tá vanliga leiktíðin var farin. So var neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping. Stríðið úr ellivu metrum tapti heimaliðið, B93, 4?3, og so var FCM komið í hálvfinaluna.


Brøndby snávaði aftur

Eftir vónbrotið 2. páskadag, tá Brøndby misti 2?0 leiðslu ímóti Herfølge (dysturin endaði 2?2), var oddaliðið í superliguni aftur fyri vónbrotið hóskvøldið. Tá var Brøndby í Viborg og spældi fjórðingsfinalu í steypakappingini. Viborg, sum vann steypakappingina í fjør, vann 2?0, og harvið hevur felagið úr dómkirkjubýnum møguleika at endurvinna steypakappingina, meðan Brøndby rættuliga slikkar sárini.

Síðsta fjórðingsfinalan var í Århus, har botnliðið í næstbestu deildini, FC Århus, hevði vitjan av Silkeborg, sum hevur verið sannførandi í landskappingini. Silkeborg vann 1?0.

Hálvfinalurnar í donsku steypakappingini verða 2. og 10. mai. Sum vanligt so verður finalan í Parkini Kristi Himmalferðardag. Hann verður hósdagin 24. mai.