Todi er aftur skaddur

Vøddaskaði í lærinum ger, at FCK álopsmaðurin ikki verður førur fyri at venja saman við liðfeløgunum ? í hvussu so er í hesi vikuni

 

Skaðar


Í síðstu viku var stóra fótbóltssøgan, at Todi Jónsson hevði gjørt av ? fyribils í hvussu so er ? at gevast á landsliðnum. Tað varð skrivað og tosað nógv um hesa avgerðina og um, hvønn týdning avboðið kann fara at hava fyri landsliðið og kanska Toda sjálvan.

Nú er greitt, at sjálvt um Todi í síðstu viku ikki hevði havt givið avboð til landsliðið, so hevði hann kortini verið noyddur at sent avboð. Orsøkin er tann, at hann í 1?1 dystinum ímóti Lyngby í Parkini sunnudagin varð skaddur.

? Fýra minuttir eftir at eg hevði javnað til 1?1, bað eg um at sleppa av vøllinum. Eg kendi ein sting í lærinum, eftir at eg hevði verið í luftdysti. Eingin ivi var um, at talan um ein vøddaskaða, og so fór eg beinleiðis av vøllinum.

Hevur tú hugsað, hvussu tað hevði verið, um skaðin kom í landsdysti?

? Tað hevði verið ræðuligt. Men nú fingu teir í FCK so at síggja, at skaðar og landsliðið ikki nýtast at hoyra saman, heldur Todi Jónsson, sum sjálvandi harmast um, at hann enn eina ferð er settur uttanfyri.

Men hann vónar inniliga, at hann fer at verða førur fyri at spæla, tá FCK og Brøndby annan sunnudag fara at spæla finalu um DM:

? Í hesi vikuni verði eg noyddur at taka tað róliga. Tað vil siga, at eg verði ikki førur fyri at venja saman við liðfeløgunum. Tað ræður um ikki at leggja ov nógv fyri. Um alt gongur, sum tað skal, so vóni eg, at tað fer at bera til aftur at venja við fullari ferð komandi mánadag.


Roynir at fyribyrgja

Í Tipsblaðnum síðsta fríggjadag var ein grein um, at nú spælir Todi rættuliga við vøddunum. Søgan er tann, at Todi, fyri at avmarka sannlíkið fyri vøddaskaðum, hevur vant heilt nógv við vektum síðsta árið. Tað hevur havt við sær, at hann er framfarin eini fýra kilo, men Todi sigur sjálvur, at hetta fyrst og fremst sæst aftur í lærvøddunum.

? Jú, eg havi verið nógvar eykatímar í venjingarhølunum. At tað hevur hilnast hampuliga væl á vøllinum, rokni eg avgjørt við kann skrivast á ta kontoina.

Todi sigur seg hava skilt, at áhugin fyri fótbóltsferðini, sum tað í síðstu viku varð lýst við í sambandi við dystin ímóti Brøndby annan sunnudag, hevur verið rættuliga stórur. Eftir nøkrum fáum tímum vóru øll fimmti plássini seld.

? Vónandi verður tað soleiðis, at eg verði førur fyri at spæla annan sunnudag ? eisini fyri teimum, sum koma úr Føroyum at fylgja við. Tað hevði sera harmuligt at sitið uttanfyri í tí dystinum. Men um eg ikki hevði havt givið avboð til landsliðið í síðstu viku, so hevði eg verið noyddur at gjørt tað nú. Eg hevði undir ongum umstøðum verið førur fyri at spælt komandi leygardag, heldur Todi Jónsson, sum ynskir vinmonnunum á landsliðnum alt tað besta, tá teir seinni í vikuni fara undir fyrireikingarnar til stóru uppgávurnar ímóti Sveis og Jugoslavia.