NOREG
Nú tað resta fýra umfør av landskappingini, eru vánirnar ikki so galnar fyri, at tað fyri fyrstu ferð nakrantíð skal eydnast føroyskum spælara at vinna norska meistaraskapin.
Todi Jónsson og liðfelagarnir hjá honum í Start vunnu sunnukvøldið tryggan 3-0 sigur á heimavølli móti Vålerenga úr Oslo, sum kundi havt tikið stórt stig móti meistaraheitinum, um teir høvdu fingið fult.
Hagtølini søgdu, at Start var besta heimaliðið, og at Vålerenga var besta útiliðið í norskum fótbólti. Tá ið hesi bæði liðini sunnukvøldið frammanfyri fullsettum stadion í Kristiansand og í 100 ára føðingardagsdystinum hjá Start stóðu andlit til andlit var eingin ivi. Start var greitt omaná, og serliga í 2. hálvleiki spældu teir mótstøðuliðið orduliga út av vøllinum.
Todi Jónsson var millum ellivu teir fyrstu hjá Start. Hann var á vøllinum, inntil seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Tá var støðan 2-0, og Start hevði dystin í sínari hulu hond.
- Samanspælið gekk væl. Vit vunnu nærdystirnar, og vit vóru fyrstir á returbóltunum, og eg haldi sjálvur, at tað ikki gekk so galið hjá mær. At eg varð tikin av vøllinum komst av, at eg sjálvur bað um tað. Eg kendi tað knýta seg eitt sindur í baklærinum, og so var betri at fara av vøllinum, sigur Todi Jónsson úr Kristiansand.
Start venjarin, Tom Nordlie, er ógvuliga markantur. Todi sigur seg ikki áður hava upplivað venjara við so sterkum karisma.
- Hann hevur framúr evni at seta spælararnar upp. Hesa ferð var tað kanska ikki neyðugt, men hann gjørdi í hvussu so er sítt. Eitt nú vísti hann okkum upptøkur frá heimadystunum móti Rosenborg og Viking, sum vit í báðum førum vunnu 5-2.
Hví heldur tú, at tað ikki var neyðugt hjá honum at seta tykkum upp hesa ferð?
- Tí tað vórðu vit í vikuni upp undir oddabrakið. Í pressuni og í norska fótbóltsheiminum yvirhøvur hevur verið víst á, at liðið hjá okkum, sum jú er uppflytari frá í fjør, er ungt, og at Vålerenga hevur roynt lið. Spurningur hevur verið settur við, um óroynda liðið fór at standa seg, nú pressan av álvara hevur víst liðnum áhuga, og fleiri hava hildið, at úrslitini seinastu ferðirnar hava verið góðar ábendingar um, at Start hevur verið steðgað upp.
Men tað hevur ikki gingið nakað serligt?
- Tað hevur verið stórur munur úrslitunum á heimavølli og á útivølli. Men vit hava gott mót um, at vit kunnu vera við í kappingini, hóast tað verður torført, staðfestir Todi Jónsson.
Í fýra teimum seinastu umførunum kundi tað sæð út til, at skráin hjá Start ikki er so torfør, sum hon er tað hjá Vålerenga. Start skal spæla á útivølli í Tromsø, á heimavølli móti Aalesund, á útivølli í Bodø og á heimavølli móti Fredrikstad.
Vålerenga skal spæla á heimavølli móti grannunum úr Lyn, á útivølli móti Viking, á heimavølli móti Rosenborg og á útivølli móti Odd. Tað vil við øðrum orðum siga, at Start skal spæla móti botnliðunum, og at Rosenborg skal spæla móti oddaliðunum og fyrrverandi stórfelagnum Rosenborg.
Toppurin tapti
Í vikuskiftinum kom tað serliga væl við hjá Start, at fleiri av feløgunum, sum eru á næstu plássunum niðanfyri Start, ikki fingu góða úrtøku.
Viking, sum fyrrverandi FCK venjarin, Roy Hodgson, hevur ábyrgdina av, tapti á heimavøllinum í Stavanger 3-1 móti HamKam, sum Ståle Solbakken, sum áður hevur spælt saman við Toda Jónsson í FCK, og sum tað verður roknað við verður næsti FCK venjarin, hevur ábyrgdina av.
Brann úr Bergen tapti á útivølli í Oslo móti Lyn 1-0, og Lillestrøm tapti 2-1 á heimavølli móti botnliðnum Tromsø.
Í botninum var tað eisini merkisvert, at Aalesund, sum - um felagið hevði tapt - hevði verið niðurflutt, vann 4-1 á útivølli móti Fredrikstad. Fredrikstad, sum Todi Jónsson í summar var um reppið at skriva sáttmála við, hevur síðani teir í august vunnu 5-1 á Rosenborg, tapt seks dystir á rað við málmuninum 3-17. Nú er Fredrikstad millum evnini til niðurflyting, staðfestir venjarin, Egil Drillo Olsen.
Hjá Rosenborg hevur leingi staðið illa til. Undan heimadystinum móti Odd Grenland høvdu trettan faldu meistararnir ryggin móti múrinum, men nú svaraðu teir aftur. Rosenborg vann 6-0. Men tá ið hini botnliðini eisini vunnu, er støðan hjá Rosenborg ikki so nógv batnað - í hvussu so er ikki fyribils. Í gjárkvøldið var dystur á skránni millum Bodø/Glimt og Molde.