Fyrrverandi fótbóltsspælarin Todi Jónsson fer at hava venjingar í Havn fríggjadagin og leygardagin. Hann bjóðar ungum fótbóltsspælarum miðvallar- og álopsvenjingar.
Talan verður um fótbóltslegu í tveir dagar fyri spælarar í aldrinum 11-12 ár og 13-14 ár. Á leguni læra spælararnir um at avslutta, venda, renna í brotsteigin og annað. Pláss er bert fyri 10 spælarum í hvørjum aldursbólki. Harafturat fáa tveir málmenn møguleikan at luttaka ókeypis.
Todi Jónsson var í fleiri ár fremsti føroyski fótbólsspælarin, og hansara gylta tíðarskeið var sum álopsspælari í danska stórfelagnum FC Keypmannahavn.









