Superliga
Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen hava seinastu sjey árini mangan staðið andlit til andlit í bestu donsku fótbóltsdeildini. Jákup hevur vart Herfølge málið, og Todi hevur verið ímillum framrættaðu menninar í Lyngby og síðani í FCK.
Nú er tað bara hálvur annar mánaði, inntil Jákup Mikkelsen verður fyrrverandi Herfølge málverji. Sunnudagin var FCK í Herfølge, og hetta var seinasti møguleikin hjá Toda at skora hjá landsliðsfelaganum og vinmanninum úr Klaksvík. Í øllum teimum undanfarnu dystunum hevði tað eydnast Jákupi at halda tætt, men sunnudagin skoraði Todi.
FCK vann 4?3, og Todi skoraði, tá teir tveir minuttir undan steðginum javnaðu til 2?2. Heine Fernandez var ikki so sjálvsøkin, sum hann ofta verður sagdur at vera, tá hann stútaði upp á tvørs til Toda, sum var púra leysur og hevði lætt við at skora, uttan at Jákup hevði nakran møguleika at bjarga.
Nógv undirhald
4.468 áskoðarar vóru í Herfølge, og teir vóru vitni til mest undirhaldandi uppgerðina í 28. leikumfarinum. Fýra mál komu í 1. hálvleiki og trý í 2. hálvleiki.
Í bløðunum fær Jákup Mikkelsen eitt sjey tal, og FCK málverjin, norski Thomas Myhre, fær eitt átta tal. Tað vil siga, at teir draga eitt frá ellivu fyri hvørt málið, sum fer ígjøgnum. Á sjónvarpsmyndini tóktist Jákup ikki hava møguleika at bjarga nøkrum av teimum fýra málunum. Men hann heldur sjálvur, at hann kanska kundi havt bjargað fyrsta málinum, sum kom, tá eitt korter var farið:
? Talan var um hornaspark, sum kom innfyri ikki so langt frá málinum. Vit hava í sovornum støðum fýra spælarar á linju á fimm metrinum. Kim Madsen, sum stútaði málið, kom ímillum, eftir at bólturin var farin frramvið teimum av okkara. Men kanska skuldi eg havt verið úti og havt boksað burtur, heldur Jákup, sum altíð er sera kritiskur ímóti sær sjálvum.
Umframt at Todi Jónsson skoraði til 2?2, so var hann uppi í einum øðrum máli, men tað var í skeiva endanum. Tað restaðu sjey minuttir av fyrra umfarinum, tá dómarin helt, at Todi hevði skumpað Chris Hermansen so mikið illa í ryggin, at tað var neyugt at døma brotsspark. Chris Hermansen javnaði til 1?1, og fýra minuttir undan steðginum sá uppaftur betri út hjá Herfølge. Kenneth Jensen snaraði seg hegnisliga leysan, og sendi bóltin flatt framvið norska leigusveininum í FCK málinum.
Tað var javnt í steðginum, tí Todi hevði skorað eftir 43 minuttir. Í 2. hálvleiki var tað tætt og spennandi, og ikki fyrrenn eftir 70 minuttir kom FCK á odda 3?2. Thomas Thorninger sendi úr vinstru flatt fríspark ímóti málinum. Jeppe Vestergaard royndi at sparka burtur, men bólturin fór ímillum beinini á honum, og so sá Jákup Mikkelsen hann ov seint.
Eftir 76 minuttir gjørdi verjuálitið hjá FCK, Jakob Laursen, brotsspark ímóti Chris Hermansen, sum aftur var tryggur úr ellivu metrum.
Í bløðunum fær Todi eitt níggju tal. Hetta var hægsti karakterurin í Herfølge sunnudagin. Umframt Toda fingu tríggir liðfelagar hjá honum og fýra Herfølge spælarar henda sama karakterin.
Tá tað restaðu tíggju minuttir varð Todi Jónsson útskiftur við Pascal Simpson, og seks minuttir undan leikloki eydnaðist tað FCK at fáa sigursmálið. Sibusiso Zuma, sum hevði verið væl upplagdur, fekk góða sending, gjørdist leysur og sendi bóltin undir Jákup Mikkelsen.
Toppur og botnur
FCK sigurin í Herfølge hevur við sær, at teir framvegis eru væl fyri í kappingini um DM. Teir eru eitt stig aftanfyri Brøndby, sum á heimavøllinum vann tepurt á AGF. Úrslitið var 2?1.
Saman við Brøndby og FCK er tað nú bara Silkeborg, sum er við í stríðnum um DM. Silkeborg skuldi í gjárkvøldið spæla á heimavølli ímóti AaB. Viborg megnaði bara 1?1 ímóti OB, og FCM megnaði bara 0?0 ímóti Lyngby. Bæði Viborg og FCM áttu heimavøll. Tey bæði júsku liðini hava verið drúgv í DM kappingini, men nú tykjast teir meiri ella minni at hava givið skarvin yvir.
AB hevði góðar møguleikar rættuliga at leggja sjógv ímillum seg og Herfølge í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting. Men teir megnaðu bara 1?1 á heimavølli ímóti niðurflutta Sønderjylland. Harvið øktist munurin ímillum Herfølge og AB til fýra stig, men allar súðir eru ikki syftar, tí Herfølge fær seinni í mánaðinum vitjan av AB.
29. umfarið í superliguni er á skránni longu hóskvøldið. Tá verður spælt soleiðis: AB?Brøndby, AaB?Viborg, FCK?FCM, Sønderjylland?Silkeborg, Lyngby?AGF og OB?Herfølge.









