Torbjørn Jacobsen, sum í 13 ár var ein profilur í føroyskum politikki og framvegis er ein av virknastu debtørunum í landinum, kann í hesum døgum upplivast á palli í Gøtu.
Hann er við í sjónleikinum um Oliver Twist, sum Ria Tórgarð leikstjórnar og sum verður vístur í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Sjónleikurin var frumsýndur týskvøldið og verður sýndur fimm ferðir um vikuskiftið.
Torbjørn Jacobsen hevur leiklutin sum Mr Bumble.
- Eg vil siga, at hann fyrst og fremst er ógvuliga klossutur. Og so tosar hann ógvuliga hart, og tað er kanska tað, sum hevur fingið Riu Tórgarð at hugsa um meg til leiklutin, sigur Torbjørn Jacobsen.
Tobbi játtaði ikki beinanvegin at verða við, men hann varð yvirtalaður at taka tørn á sjónleikarpalli.
- Eg hugsaði, at tá eg hevði spælt á størsta leikpalli Føroya í 13 ár, kundi eg nokk eisini klára ein leikluti í einum barnaleiki í Gøtu, sigur Torbjørn Jacobsen.