Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum mælir tinginum til at skerja fiskidagatalið niður í helvt fyri línuskip og útróðrarbátar og við 20 prosentum fyri partrolarar Orðini hjá løgmanni í ólavsøkurøðuni um, at broytingarnar í fiskivinnupolitikkinum vera so stórar, at talan verður um eitt tað størsta vinnupolitiska átakið síðani einahandilin varð avtikin í 1856, verða ítøkiliggjørd í uppskotinum um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, legði fyri tingið í dag.
Landsstýrismaðurin skjýtur upp, at dagatalið hjá partrolarum verður lækkað við 20 prosentum, og at talið av fiskidøgum hjá línuskipum og útróðrarbátum verður skorið niður í helvt.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið sigur landsstýrismaðurin millum annað, at tað er neyðåugt at gera eitt skifti í fiskivinnupolitikkinum. At venda próvførsluni ella -byrðuni. Øll árini, síðani fiskidagaskipanin gjørdist veruleiki, hava samfelagsligu og fíggjarligu atlitini til verandi rakstrareindir í flotanum verið orsøkin til, at lívfrøðiliga tilráðingin, og harvið besta stovnsrøktin, ikki varð fylgd. Úrslitið av hesum politikki er eyðsýnt í dag, m. a. er toskastovnurin so illa fyri sum ongantíð, síðani føroyingar fóru undir havrannsóknir á landgrunninum og Føroya Banka. Harvið er tíðin búgvin til, at vit vinna á trupulleikanum innanvert føroyskt fiskimark einaferð fyri allar, og tað gerst best við at lurtað verður eftir okkara fiski- og havfrøðingum, tá ið fiskiveiðan skal skipast í komandi fiskiárum.
Uppskotið um vinnuligan fiskiskap er sett at koma til 1. viðgerð týsdagin 5. august. Uppskotið skal viðgerast í vinnunevndini.










