Tað er eitt satt orðaskifti komi í millum fólkatingsmann Tjóðveldsins, Tórbjørn Jacobsen, og framsøgumannin í uttanríkismálum hjá Dansk Folkeparti, Søren Espersen.
Eftir at Tórbjørn Jacobsen hevði eina eldhugaða røðu á tingsins røðarapalli á Christiansborg um støðu Danmarkar mótvegis Føroyum, svaraði Søren Espersen honum aftur og kallaði røðuna fyri óforskammaða.
Søren Espersen hevði í gjár eitt lesarabræv á in.fo, har hann fanst at føroyska fólktingsliminum, Tórbirni Jacobsen, fyri at taka fullveldisstríðið niður á Fólkating, í staðin fyri at stríða stríðið her heima.
Les eisini: Uværdigt med Tórbjørn udskældning af Danmark
Søren Espersen úr Dansk Folkeparti helt, at tað var óforskammað, at Tórbjørn Jacobsen kom niður til Danmarkar at skelda tey fyri nakað, ið tey als ikki áttu part í.
Tórbjørn Jacobsen svarar nú aftur uppá tiltalu. Hann sigur í lesarabrævi í dag, at eftir hansara bestu sannføring, so er eitt parliament ein bráðpanna fyri hugsjónir. Allar hugsanir og øll sjónarmið skulu fram og parlamenterast um, so so politiska endaproduktið kann verða so umboðandi og skilagott sum yvirhøvur gjørligt.
Lesarabrævið hjá Tórbjørn Jacobsen: Óhøviskar hugsjónir
Tórbjørn Jacobsen umboðar Tjóðveldisflokkin (sum hann kallar flokkin) líkamikið hvar hann er og ”í hesum ljósinum skal málið síggjast, og hin demokratiski Tjóðveldisflokkurin hevur onga ætlan um at haka í, fyrrenn evsta mál floksins er rokkið: Republikkin”










