Strendur: Hóast tey ikki rópa so hart upp um tað, so er eingin ivi um virðið í tí arbeiðinum, sum Frelsunarherurin ger her á landi.
Eitt av hesum arbeiðum er millum tey heimleysu á Havnargøtum, sum ikki eiga eina ordiliga song at leggja seg til hvíldar í, tá dagurin er lokin.
Hesa støðuna hevur Frelsunarherurin tikið til sín, og hevur í mong ár rikið eitt stórt hjálpararbeiði, m.a. út frá "Herberginum" miðskeiðis í Havnini.
Til eitt slíkt arbeiði krevst sjálvandi peningur. Og nú leygarkvøldið fáa strandingar og onnur fólk høvi at geva sítt íkast til hetta arbeiðið. Tá verður nevniliga skipað fyri eini stuðulskonsert við fólki, sum eisini eru kend fyri annað enn sang, m.a. løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen.
Óskerdur peningur
Fyrireikararnir til hetta tiltakið hava fingið Bygdarhúsið á Strondum til konsertina leygarkvøldið, sum byrjar kl. 20.
Tey hava sjálvandi eisini fingið fimm bólkar og einstaklingar at luttaka við konsertina.
Umframt Tobba fara eisini Lív Hansen og Kenneth Hansen at luttaka, og Knút Háberg Eysturstein, sum í fjør gav út eina fløgu, sum fekk góð ummæli.
Ungdómsbólkurin hjá Frelsunarherinum fer eisini at luttaka, umframt tríggir mans við navninum Súni, Hanus og Ingolf.
Á konsertini verður eisini kaffi og køkur at fáa. Og lagt verður aftrat, at allur tann innkomni peningurin fer óskerdur til hjálpararbeiðið fyri tey heimleysu.