Fyri løtu síðan sendi Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmður, út tíðindaskriv, har hann sigur, at nú er kandidatururin at stilla upp til løgtingsval sleptur endaliga. Í skrivinum vísir hann á, at "ein opinskárað viðmerking í eini ferðafrásøgn frá almennu ferðini, har eg umboðaði Føroya Løgting á 66´instjúgunda aðalfundi Sameindu Tjóða, hevur elvt til misskiljingar, grugg og ikki minst til haldleysar gitingar..."
- Eftir eina framúr gevandi ferð endaði eg frásøgnina soleiðis í eini leysliga orðaðari niðurstøðu: Tað er ikki sørt, at hesin túrurin hevur verið so inspirerandi, at man hevur fingið politiskt blóð og mót á tonna aftur, men sum skilst eru listarnir til stundandi løgtingsvalið lokaðir, so tann møguleikin er eftir øllum at døma av fyri hesu ferð.
Tórbjørn Jacobsen vísir í tíðindaskrivinum á, at hetta brotið fekk onkran miðil til at taka málið upp, og ein nýborin kandidaturur var settur fram sum ein møguleiki.
- Kanska varð stubbin yvirtulkaður og yvirskriftirnar táttaðar í meira lagi, heldur hann.
Lagt verður aftrat, at í eini samrøðu við Rás2 í vikuni barst honum fyri munni, at støðan sum so var óbroytt, síðan hann í Kringvarpinum hin 25. juni 2010 boðaði frá, at hann nú gavst í føroyskum politikki fyribils í hvussu er.
- Orsøkirnar vóru, at politisk tómgongd keðir meg og hin, at eg júst var settur í eitt embæti, ið ikki sampakkaði við politiska starvið sum løgtingsmaður. Undir samrøðuni lá tó ein farri av tí hugsan, at eingin støða er so endalig, at hon ikki kann broytast. Kom tí at siga, at helt Tjóðveldi, at uppstillingin til løgtingsvalið hin 29. oktober var unikk - fullkomin - tá var eingin orsøk til at koma við eini nýggjari áheitan á undirritaða um uppstilling. Var niðurstøðan í flokkinum hin øvuta - ja, so bar altíð til at endurskoða eina meira enn ársgamla støðu.
Tórbjørn Jacobsen leggur aftrat, at hann hóast alt verið limur í flokkinum í 37 ár, uppstillaður fleiri ferðir síðani 1984 og sitir í løtuni sum løgtingsmaður og næstformaður í flokkinum.
- Nú málið so brádliga endaði úti í tí almenna rúminum, hendi tað sjálvsagda, at summi reisa uggafjarðarnar, meðan onnur hava heitt á meg um at taka eitt tørn afturat á politiska pallinum. Ítøkiligar áheitanir eru komnar um at stilla upp til løgtingsvalið. Eftir at hava vent málinum av nýggjum, sett eina uppstilling inn í eitt heildarmetingar høpi, eri eg komin til hesa endaligu støðu viðvíkjandi møguligari uppstilling:
Tórbjørn Jacobsen hevur endaliga slept kandidaturinum til løgtingsvalið 29. oktober 2011.
- Til seinast fari eg at takka øllum teimum, sum samstarvað er við hesi árini, og serliga hugsi eg um øll tykkum, sum beinleiðis hava verið atvoldin til, at eg havi verið í politisku skipanini sum løgtingsmaður, landsstýrismaður og fólkatingsmaður øll hesi árini síðani 1998, sigur Tórbjørn Jacobsen í tíðindaskrivi í morgun.










