Hálvthundrað fiskimenn og reiðarar heita á nevndina fyri Føroya Sjómannadag um at nokta Tórbjørn Jacobsen, fiskimálaráðharra, at seta sjómannadagin, sum siður er, tí hann ?ókritiskt hevur valt at oyðileggja okkara fiskidagaskipan?, sum teir málbera seg. Nevndin fer seinnapartin at taka støðu til áheitanina
Sum siður er hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, á hvørjum árið sett Føroya Sjómannadag - eins og formaðurin í vinnunevnd løgtingsins handar heiðurstekin til bestu skip og bátar.
Olivur Joensen, fyrireikari sigur, at í gjárakvøldið móttøk Føroya Sjómannadagur soljóðandi skriv við 50 undirskriftum:
Til nevndina í Føroya Sjómannadegi
Undirritaðu fiskimenn og reiðarar vilja hervið siga frá, at vit halda at frálíka tiltakið við einum sjómannadegi, ikki skal oyðileggjast av, at sitandi fiskimálaráðharri, ið heilt ókritiskt hevur valt at oyðileggja okkara fiskidagaskipan, skal seta ráðstevnuna.
Um sjómannadagurin framhaldandi skal verða ein hátíðardagur, væl stuðlaður av fiskivinnuni, vóna vit, at nevndin fyri sjómanndagin velur at biða annað umboð seta sjómannadagin.
Seinri í dag fer nevnin á fundi at viðgera brævið.