Nýggjastu stjørnuskotini á føroyska tónleikahimmalinum, Bill Justinussen og Tórbjørn Jacobsen, spældu á sandinum í Syðrugøtu í kvøld, og brosivøddarnir fingu góða venjing Eftir at Bill Justinussen og Tórbjørn Jacobsen framførdu í Kringvarpinum fyri nøkrum árum síðani, eru teir báðir blivnir ein nógv umbiðin duo.
Bill og Tobbi framførdu unplugged á tí lítla pallinum á sandinum, har teir umframt at skjóta eftir hvørjum øðrum politiskt spældu fleiri vælkend løg.
Og repertoirið spenti víða við íslendskum, enskum, grønlendskum og føroyskum sangum. Teir spældu millum annað ?Far lítli útum? eftir Finnboga Ísakson, og endabrakið var sangurin ?Eitt ævigt ríkidømi?, sum Petur W. Háberg hevur umsett úr norskum. Hetta lagið framførdu teir báðir í Útvarpi Føroya fyri nøkrum árum síðani, og tað hevur síðani verið ynskt fleiri ferðir í Kvøðuljómunum og Lurtarunum og Vit.