Tobbi máar grundarlagið undir flokkinum

Persónligu álopini hjá Tórbjørn Jacobsen eru djúpt oyðileggjandi fyri Tjóðveldisflokkin. Formaður floksins, Høgni Hoydal, kennir seg ærumeiddan av álopunum frá skarpskjúttanum og skiparanum á Glyvrum

Lygnari. Ungmamma. Lítli messias. Pseudomessias hjá gjeikarum og lesbiskum føroyingum, ið er ílatin eitt politiskt kot. Tað er ikki hissini eyknevni, ið herja yvir floksformannin í Tjóðveldisflokkinum, Høgna Hoydal.
Skarpskjúttin á Glyvrum, Tórbjørn Jacobsen, gevst ikki so. Hann hevur seinastu dagarnar verið á Álandi, og Í lesarabrævi í Sosialinum í dag tekur hann aftur blaðið frá munninum.
Tjóðveldistingmaðurin úr Eysturoynni ætlar ikki at bakka ein tumma fyri floksformanninum, og heldur fast um, at Høgni Hoydal lýgur í samband við málið um skrásetta parlagið.
Tórbjørn Jacobsen hóttir eisini við, at verður hann álopin aftur, hevur hann nakrar politiskar handgranatir í skápinum, ið eru klárar at leypa út-skuldi tað verið neyðugt.

Hunddálking
Høgni Hoydal hevur ikki lisið seinastu viðmerkingina hjá fyrrverandi næstformanninum í Tjóðveldisflokkinum, men tá blaðmaðurin reksar nøkur lýsingarorð upp, gerst formaðurin í Tjóðveldisflokkinum skakkur
?Eg veit satt at siga ikki hvat eg skal siga, tí hatt er so langt úti. Síðan eg fór í politikk hevur verið gerandiskostur, at eg havi verið hunddálkaður av mínum politiskum mótstøðumonnum, ja so nógv, at eg kundi havt eini 40 sakir um ærumeiðing, um tað skuldi verið. Men tá tað er ein limur í egnum flokki, ið leggur eftir einum, tá tosa vit um ein trupulleika á heilt øðrum stigi, sigur Høgni Hoydal
Formaðurin í flokkinum sigur, at ákærurnar hjá Tórbjørn Jacobsen eru djúpt oyðileggjandi fyri flokkin og elva til eina stóra ørkymlan innanhýsis í flokkinum.
?Tað er í grundini líkamikið, hvat hann heldur um mín persón, men hann skaðar flokkin almikið við slíkum álopum, vísir Høgni Hoydal á.
Spurdur, um álopini frá Tórbjørn Jacobsen standa í mát við tey persónligu álop, sum hann metir grundarlag var fyri sakum um ærumeiðing, svarar Høgni, at sjálvandi gera tey tað, tí talan er um beinleiðis útspilling.

Tosa ikki saman
Høgni Hoydal greiðir frá, at hann og Tórbjørn Jacobsen hava ikki tosað saman um málið enn. Floksformaður hevur fleiri ferðir roynt at fingið fatur á Tórbirni á telefon, men tað hevur ikki eydnast enn.
?Vit hava bara gjørt avtalu um at vit skulu tosa saman, men tað hava vit so ikki gjørt enn, tí eg havi ikki fingið fatur á honum, sigur hann

Avleiðingar
Formaður Tjóðveldisfloksins slær enn einaferð fæst, at hann hevur ikki stórvegis hug at viðgera ósemjuna millum seg og Tórbjørn Jacobsen í fjølmiðlunum.
Spurdur, hvørji politisk stig flokkurin fer at taka í málinum, svarar Høgni Hoydal, at tað er greitt, at flokkurin kann ikki liva við hesum, men hann ynskir ikki, at fara á sama stig sum Tórbjørn og viðgera málið í fjølmiðlunum. Høgni Hoydal heldur fast um, at ósemjan skal viðgerast innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum.
Spurdur, hvørja áskoðan hini tingfólkini í flokkinum hava til ósemjuna, svarar floksformaðurin, at tað er blaðmaðurin sjálvur noyddur at spyrja tey um.

Verður Tórbjørn Jacobsen partur av tingmanningini hjá Tjóðveldisflokkinum um 14 dagar?
Tað veit eg ikki. Tað, sum eg ætli siga í málinum, ætli eg mær fyrst at siga við Tórbjørn sjálvan og ikki við fjølmiðlarnar.