Tobbi kannar møguleikan at stilla upp solo til fólkatingið

Sambært uppskoti til broyting í viðtøkunum, so vil Tjóðveldisfelagið í Suðurstreymi útihýsa pressuni, tá ið eksklusiónin av Torbirni Jacobsen skal viðgerast á eyka flokstingi leygarmorgunin

Tjóðveldisuppgerð

Tað er lagt upp til endaliga avgerð í stríðnum millum formannin í Tjóðveldisflokkinum, Høgna Hoydal, og fyrrverandi næstformannin, Tórbjørn Jacobsen, tá ið tað leygardagin verður eyka floksting í Tjóðveldisflokkinum.

Nú hevur dramaið, sum hevur staðið uppá í einar sjey vikur, fingið ein nýggjan vinkul, sum kann bera við sær, at tjóðveldisveljararnir eisini fáa møguleikan at siga sína meining um formannin og næstformannin.

Mikudagin var løgtingsfundur. Tá ljóðaði, at Tórbjørn Jacobsen kannar møguleikan at stilla upp uttanfloks á fólkatingsvalinum, um hann leygardagin verður varpaður úr Tjóðveldisflokkinum.

Vit hava biðið Tórbjørn Jacobsen um at viðmerkja hesi tíðindini, men tað vil hann ikki. - Eg havi ongar viðmerkingar, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Í Danmark verður tað næstan tikið sum givið, at tað verður fólkatingsval stutt eftir ársskiftið. Á fólkatingsvalinum í 2001 fingu Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin tey bæði føroysku umboðini. Lisbeth L. Petersen og Høgni Hoydal vórðu vald. Meðan Høgni var landsstýrismaður, var Tórbjørn Jacobsen, sum fekk næstflestar atkvøður á tjóðveldislistanum, í fólkatinginum. Hóast stríðið teirra millum hevur verið nógv seinastu vikurnar, so er Tórbjørn Jacobsen framvegis eykamaður hjá Høgna Hoydal. Tað verður hann, inntil nýtt fólkating er valt.

Nú er spurningurin, um Høgni og Tórbjørn báðir fara at vera á tjóðveldislistanum. Tað vera teir ivaleyst, um flokstingið leygardagin ikki útihýsir Tórbirni Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum. Tað vera teir sjálvandi ikki, um Tórbjørn Jacobsen verður ekskluderaður leygardagin. Men tað vil ikki siga tað sama sum, at møguleikin fyri, at Tórbjørn Jacobsen fer at bjóða seg fram sum valevni, verður heilt burtur.

Heimildin at stilla upp sum leysgangari ella uttanfyri flokkarnar finst í lógini um fólkatingsval í Føroyum, sum er frá 1993. Har verður sagt í grein 25, at tað ber til hjá valevni uttanfyri flokkarnar at stilla upp, um í minsta lagi 150 og í mesta lagi 200 veljarar vilja skriva undir sum stillarar.

Hurðarnar aftur
Undan eyka flokstinginum, sum verður á læraraskúlanum leygarmorgunin klokkan tíggju, eru trý uppskot komin inn, sum øll hava tað til felags, at møguleikin at varpa Tórbjørn Jacobsen úr flokkinum, skal betrast.

Eitt er frá seks av teimum sjey nevnarlimunum í Eysturoyar Tjóðveldisfelag. Teir eru Klæmint Østerø, formaður, Jón Tyril, næstformaður, Árant Hansen, skrivari, Jóannes Eliassen, Kristfríð Tyril og Diana Borgnýardóttir. Jónsvein Bjartasson, peningarrøkil, tekur ikki undir við uppskotinum, sum er soljóðandi, og sum Útvarpið hevði frammi hósmorgunin:

Eysturoyar Tjóðveldisfelag tekur til eftirtektar avgerð tingbólksins, at Tórbjørn Jacobsen við sínari framferð ímóti flokkinum, hevur sett seg uttanfyri tingbólkin. Eysturoyar Tjóðveldisfelag mælir til, at eyka flokstingið tekur støðu til framtíðar limaskap Tórbirna Jacobsens í Tjóðveldisflokkinum, og gevur aðalstjørnini tær heimildir, ið eru neyðugar at seta í verk avgerð eyka flokstingsins.

Starvsnevdin (Høgni Hoydal, Jóannes Dalsgarð, Heidi Petersen, Kristina Háfoss og Áki Jacobsen) í Tjóðveldisflokkinum mælir til at broyta viðtøkurnar fyri flokkin, soleiðis at tað skal bera til at útihýsa einum limi. Tað gera teir við at mæla flokstinginum til at samtykkja, at tað í grein tvey verður sett nýtt petti, sum hevur við útihýsing at gera. Teir mæla til, at broytingarnar verða galdandi frá og við tí degi, sum tær eru samtyktar av floks- ella eykaflokstingi Tjóðveldisfloksins.

Uppskotið um broyting er soljóðandi:
Um limur í einum av valdømisfeløgum Tjóðveldisfloksins í avgerandi mun arbeiðir ímóti politikki og virksemi Tjóðveldisfloksins ella virkar ímóti viðtøkum floksins, kann limurin verða útihýstur úr Tjóðveldisflokkinum. Floksting og eykafloksting Tjóðveldisfloksins kunnu útihýsa lim, sí grein 7.

Og í grein 7 verður lagt afturat, at ?Sum evsta vald Tjóðveldisfloksins kunnu floksting og eykafloksting útihýsa lim í valdømisfeløgum Tjóðveldisfloksins sambært grein 2. Útihýsing av limi skal verða greitt tilskilað á endaligu skránni fyri flokstingið ella eykaflokstingið, ið verður fráboðað øllum pørtum í bygnaði Tjóðveldisfloksins. Útihýsing av limi kann bert fara fram, um minst 2/3 av møttu umboðsmannaatkvøðum flokstingsins ella eykaflokstingsins eru fyri hesum?

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag tykist ikki vilja hava, at pressan skal hava møguleika at vera vitni til viðgerðina ella uppgerðina um útihýsing av Tórbjørni Jacobsen. Felagið skjýtur upp at broyta skipanina soleiðis, at:

Eykafloksting Tjóðveldisfloksins eru ikki almenn og fjølmiðlar hava onga atgongd. Fjølmiðlum kann vera loyvt at vera til staðar í avmarkað tíðarskeið á eykaflokstingi Tjóðveldisfloksins. Reglan fær gildiskomu tá hon er samtykt. Regluliga flokstingið kann vera stongt fyri ikki limum.

Harafturat hevur Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hetta uppskotið til samtyktar:

Tórbjørn Jacobsen, tingmaður úr Eysturoynni, verður ekskluderaður úr Tjóðveldisflokkinum. Í øðrum lagi verður álagt tingmanning Tjóðveldisfloksins at halda og virða samtyktina, hon sjálv hevur gjørt, um mannagongd, vísandi til fráboðanarskjalið frá 28. oktober 2004, sum tilskilar, at um tingfólk gera alment persónsálop á onkran í tingmanning Tjóðveldisfloksins, setur tingfólkið seg sjálvt uttanfyri tingbólk Tjóðveldisfloksins.

Øll fimm í nevndini í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hava skrivað undir uppskotið. Tey er Laufey H. Blaasvær, forkvinna, Hjørdis Heindriksdóttir, næstforkvinna, Ragnar Magnussen, skrivari, Snorri Fjallsbak, kassameistari og Eyðfinnur í Búðini, nevndarlimur.