Tobbi: Hví fór tyrlan ikki at hjálpa beinanvegin?

Torbjørn Jacobsen vil hava at vita frá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, hví føroyska sjóbjargingartyrlan ikki beinanvegin varð send avstað, tá ið Jøkulfell sakk í ein landnyrðing úr Fugloynni, og seks mans fórust

Tann 7. februar fórst íslendska farmaskipið Jøkulfell einar 55 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni. Fimm mans vórðu bjargaðir, meðan seks fórust í vanlukkuni.
Nú er tilburðurin endaður í løgtinginum, tí løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen hevur boðað frá einum munnligum fyrispurningi til Bjørn Kalsø, landsstýrismann við fiskivinnumálum, sum væntandi skal svarast mikudagin.

Hví skuldi tyrlan bíða?
Torbjørn Jacobsen vil hava at vita, hvussu long tíð gekk frá tí, at neyðarkallið var komið frá Jøkulfell inn á Sjóbjargingarstøðina, til føroyska sjóbjargingartyrlan fór á flog úr Vágum.
Løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita, hví føroyska tyrlan ikki varð send avstað beinanvegin, ella tá ið hon var búgvin at fara á flog, soleiðis sum tað stóð at lesa í Dimmalætting eftir vanlukkuna.

Í andsøgn til andan í tilbúgvingini
Torbjørn Jacobsen vísir á, at ein heil skipsmanning var í vanda, men føroyska sjóbjargingartyrlan sambært frásøgnunum fekk boð um at bíða í Vágum. Seinni var hon so send avstað at leita eftir monnunum.
? Hetta stendur eitt sindur í andsøgn til andan í allari tilbúgving, soleiðis sum vanligi maðurin skilir støðuna, serliga tá ið neyðarkall er sent av søkkandi skipi, og vanligt skil sigur øllum, at tað tá stendur um lív hjá eini heilari skipsmanning, soleiðis sum tað eisini skuldi vísa seg at gera í hesum førinum, sigur Torbjørn Jacobsen í viðmerkingunum til fyrispurningin hjá sær.