Tá danska Fólkatingið týsdagin kemur saman aftur, fer Tórbjørn Jacobsen at lata seg velja í tvær nevndir hjá danska tinginum.
Hetta er fyrstu ferð, at eitt tjóðveldisumboð tekur hetta stig, men Tobbi ivast ikki í, at hetta er eitt rætt stig at taka.
? Tað er í nevndunum, tann veruliga politiska viðgerðin í Fólkatinginum fer fram, og tað er har, at avgerðir verða tiknar. Tí fari eg í tvær av nevndunum, har mál, sum føroyingar hava áhuga í, koma til viðgerðar, sigur Tórbjørn Jacobsen.
? Á tann hátt kann eg upplýsa og vónandi ávirka avgerðir, sum hava við Føroyar at gera, men eg ætli mær framvegis at halda meg uttan fyri øll mál, sum er donsk burturav, sigur hann.
Brýtur gamalt prinsipp
Tórbjørn Jacobsen fær umboð í Uttanríkisnevndini og tí Politisku-Búskarligu nevndini, og hesar sessir fær hann umvegis tekniska tingbólkin, sum Norðuratlantsbólkurin mannar saman við Javnaðarflokkinum, Radikala Vinstra, Eindarlistanum og SF.
Hesin bólkur fær tillutað eitt ávíst tal av nevndarsessum, og so er tað ein innanhýsis handil at býta sessirnar. Tórbjørn Jacobsen hevði í fjør møguleikan at fáa onkran nevndarsess, men hann segði nei takk, júst sum tjóðveldisumboð á Fólkatingið plaga at gera.
Fyrstu nógvu árini, eftir at Tjóðveldisflokkurin var stovnaður í 1948, stillaði hann ikki upp til fólkatingsvalið, men hetta broyttist seinni. Tá Erlendur Patursson var fólkatingsmaður í sjeytiárunum, helt hann seg burtur frá øllum nevndararbeiði, og higartil hevur Tjóðveldisflokkurin havt tað prinsipp, at tað er bara talarastólurin í Fólkatingssalinum, sum skal brúkast.
? Onkur kann halda, at vit glíða eitt sindur í koblingini, nú eg fari upp í hesar nevndirnar, men eg ivist ikki í, at hetta er ein gongd leið. Fólkatingslimir hava víst eina stóra óvitan um føroysk viðurskifti, og um eg nú kann vera eitt slag av pedagogiskum stuðli í tveimum av nevndunum, so er tað fínt, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Vistu ófatiliga lítið
Tórbjørn Jacobsen legði í seinastu fólkatingssetu eitt uppskot fram, har hann vildi hava Fólkatingið at áleggja stjórnuni at boða ST frá, at føroyingar hava sjálvsavgerðarrætt. Málið fekk eina viðgerð í fólkatingssalinum og varð so beint í Politisku-Búskaparligu nevndina.
? Tað var ótrúligt, hvussu lítið nógvir týðandi danskir politikarar vistu um føroysk viðurskifti, og hvussu teir misskiltu uppskotið. Summi hildu, at hetta var eitt uppskot um, at føroyingar skuldu loysa frá Danmark, sigur Tórbjørn Jacobsen.
? Kjakið í Fólkatinginum er avmarkað, áðrenn tað verður sent í onkra nevnd. Skal eg kunna fylgja einum slíkum máli, so má eg verða við í nevndini, tí tað er har, at veruliga politiska viðgerðin fer fram, og har kann eg betur ávirka viðgerðina og rætta misskiljingar.
Uppskotið um føroyska sjálvsavgerðarrættin fall burtur, tá Fólkatingið fór í summarfrí, men Tórbjørn Jacobsen umhugsar nú, at leggja uppskotið fram av nýggjum.
Tikið avgerðina sjálvur
Hava tit viðgjørt tína avgerð í Tjóðveldisflokkinum?
- Ætlanin hevur fleiri ferðir verið at hava eitt kjak á flokstinginum, men tað er ongantíð komið til tað enn. So avgerðina um at fara upp í nevndinar havi eg sjálvur tikið, sigur Tórbjørn Jacobsen.
? Tað er ein fullkomiliga óverulig støða at sita í tveimum parlamentum í tveimum ymsikum londum, tað átti als ikki at verið so, og tí er hesin fólkatingssessurin ringur at hava við at gera. Mín greiða fatan eftir 10 mánaðir í Fólkatinginum er, at skal eg kunna ávirka mál, sum hava føroyskan áhuga, so má eg verða við í viðkomandi nevndum, og tað er tað, sum eg nú verði.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldisflokkinum, áðrenn hetta blaðið hevði evstamark.