Tobbi ger eitt stunt

Í annaðkvøld fara vit at hoyra Óla Breckmann og Tór­bjørn Jac­ob­sen í Hvonn Live á Rás2.

Óli Breck­mann varð ikki aft­ur­vald­ur á ting sein­ast og tyk­ist ikki ser­liga á­hug­að­ur í vara­ting­sessi­­num, sum hann hev­ur í løt­uni. Tórbjørn Jac­ob­sen hev­ur boð­­að frá, at hann stillar ikki upp til næsta val.

Men politiskir eygleiðarar inn­ar­liga í Tjóð­veld­i­num siga, at glyvra­mað­ur­in kort­ini still­­ar upp­aftur. Teir siga, at hetta er eitt stunt hjá Tór­bjørn Jac­ob­sen, so­leið­is at hann stutt fyri val­ið kann siga, at eft­­ir nógv­ar á­­heit­an­­ir, so hev­­ur kort­­i­ni gjørt av at stilla upp. Honum dám­­ar so væl at yv­ir­raska, verð­­ur sagt. Hetta frætta vit utt­­an iva meira um á Rás2 í ann­að­kvøld.