Tobbi fuskar við tølunum

Í eini grein, sum stóð í bløðunum týskvøldið, skrivar Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, at fullveldislandsstýrið kutaði somikið av blokkinum, at hann í veruleikanum er 800 milliónir krónur lægri um árið í dag, enn hann hevði verið, um onki varð gjørt tá. Víðari sigur Tobbi: “Sama landsstýri hevði yvirskot á løgtingsins fíggjarlóg øll árini – samlað slakar 3 milliardir í sløk 6 ár.”

Hetta er ein pástandur, sum verður endurtikin rættiliga ofta, men tølini eru skeiv.

 

Tøl úr leysum lofti

Fyri tað fyrsta hevur talið 800 mió. einki við veruleikan at gera, og eg veit heldur ikki, hvussu Tórbjørn hevur borið seg at, við at koma fram til hatta talið. Harafturat eru tær tríggjar milliardirnar í avlopi rundaðar rættiliga væl uppeftir. Rætta talið liggur um 2,6 milliardir. Men við í hesum avlopinum eru umleið 5,1 mia. í blokkstuðli, umframt aðrar veitingar frá ríkiskassanum.

 

Um vit bara trekkja blokkstuðulin frá avlopinum, so hevði fullveldislandsstýrið eitt samlað undirskot á 2,5 milliardir krónur í 6 ár (í meðal 417 mió. krónur í undirskoti um árið), og hetta vóru somu ár, sum fólk ferðaðust landið runt við boðskapinum um, at vit skuldu hava “sjálvberandi búskap” og fullveldi.

 

2,5 mia. í undirskoti í bestu tíðum (tá eru ríkisveitingarnar, sum liggja uttan fyri blokkstuðulin taldar við á inntøkusíðuni) – er tað “sjálvberandi búskapur”, harra Tórbjørn Jacobsen?