Tórbjørn Jacobsen heldur, at landsstýrismaðurin við vinnumálum hevur skapt so stóran iva um valið av fólki í almennar nevndir, at hann nú fer at seta skrivligan fyrispurning á løgtingið um nevndina í Framtaksgrunninum.
Tað, sum fær tingmannin fyri Tjóðveldisflokkin at gera hetta, er, at Bjarni Djurholm hevur sagt alment, at hann hevur næstan altíð fylgt tilráðingunum frá embætisfólki, tá hann hevur manna almennar nevndir.
At Bjarni Djurholm segði »næstan«, órógvar Tórbjørn Jacobsen.
? Tá landsstýrismaðurin sigur hetta, vil eg sum umboð fyri fólkið hava at vita, um hann fylgdi tilráðingini frá embætisverkinum, tá nevndin í Framtaksgrunninum varð vald, ella um tað bara var næstan, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Rotið byrjar við serligum atlitum
Tórbjørn Jacobsen hevur størsta áhuga í at fáa at vita um valið av nevndini til Framtaksgrunnin.
? Framtaksgrunnurin umsitir virði fyri næstan tvær milliardir, og tí hevur tað stóran týdning fyri meg at fáa at vita, um nevndin í grunninum er vald út frá eini fakligari meting, ella um landsstýrismaðurin kanska gekk ímóti fakligu metingini og tók partapoltisk atlit.
? Tilráðingar frá embætisfólkum í slíkum málum skulu fylgjast, um ikki okkurt heilt serligt kemur uppí, tí tilráðingarnar eru væl gjøgnumarbeiddar og byggja á fakligan førleika. Gongur tú sum landsstýrismaður ímóti fakliga metingini, so er tað, at rotið í skipanini byrjar, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann ætlar at seta Bjarna Djurholm skrivligan fyrispurning beinan vegin, tá tingið fer til arbeiðis aftur eftir ólavsøku.