Eisini Runavíkar Býráð hevur nú skipað seg. Tað hendi á býráðsfundi fyri eini løtu síðani og har samtykti býráðið einmælt, at Tórbjørn Jacobsen skal halda fram sum borgarstjóri. Nývalda býráðið tekur við tann fyrsta januar.
Men tað er eisini greitt, at runavíkingar fáa nýggjan varaborgarstjóra og tað er Kaja Joensen, sum er nývald á lista A, sum er sami listi, sum borgarstjórin er valdur á. Tórbjørn Jacobsen fekk nógv flestar atkvøður, men Kaja Joensen fekk næstflestar atkvøður.
Í núverandi býráði, sum fer frá nú á nýggjárinum, er Terje B. Vestergaard varaborgarstjóri.
Tórbjørn Jacobsen, at hansara endamál er at ikki at skipa býráðið í samgongu og andstøðu, men at savna alt býráðið.