Viðurskiftini í Tjóðveldisflokkinum eru við at normalisera seg aftur. Stríðið millum formannin og løgtingsmannin Torbjørn Jacobsen hevur órógvað flokkin í fleiri mánaðir, men frálíka fólkatingsvalið hjá flokkinum og ikki minst teimum báðum politikarunum skapti grundarlag fyri varðandi friði í flokkinum.
Aftur framsøgumaður
Meðan stríðið var í hæddini slapp Torbjørn Jacobsen ikki at vera framsøgumaður fyri Tjóðveldisflokkin í vinnumálum og mentamálum, sum hann annars hevði verið, men á løgtingsfundi seinnapartin hósdagin skuldi Torbjørn Jacobsen aftur verða framsøgumaður fyri Tjóðveldisflokkin, og harvið má hann aftur metast sum partur av tingbólkinum hjá Tjóðveldisflokkinum.
Leiðslan tigur
? Eg haldi, at viðurskiftini í flokkinum eru við at koma í rættlag aftur nú, sigur Torbjørn Jacobsen.
Hann skuldi vera framsøgumaður fyri Tjóðveldisflokkinum í einum tingmáli um avtøku av eini løgtingslóg um inn- og útflutning av fiski og fiskaúrdráttum.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, hevði ikki stundir at tosa við Sosialin fyrrapartin hósdagin. Og tað hevði formaðurin fyri aðalstjórnina í flokkinum heldur ikki. Aðalstjórnin hevði fund mikukvøldið, men formaðurin Jóannes Dalsgarð segði, at málið um Torbjørn Jacobsen stóð ikki á skránni fyri fundin.