Ivaleyst eru tey mong, sum dáma væl at fáa Cadburys creme egg um hesa ársins tíð. Ein føroysk síða á Facebook við heitinum Cadbury-Føroyar hevur lagt eina uppskrift út upp á cream egg í toast. Síðan skrivar soleiðis:
Soleiðis gera vit okkara væl dámda Cadbury Creme Egg-toast
1. Fá tær toastara, 2 breyðflísar, eitt sindur av smøri og 1 Cadbury Creme-egg.
2. Mikrobylgja eggið, áðrenn tú brýtir tað, ella tú brýtir tað uttan.
3. Smyr smør á breyðflísarnar, legg tær í toastaran við smørinum niðureftir, legg tað brotna eggið ímillum og lat toastaran aftur.
4. So er bara efitir ar njóta Creme Egg-toastin.









