Ársfundur
Týsdagin og í dag er Runavík verið karmur um ársfundin hjá Útnorðurráðnum. Í morgun er ársfundurin við Løkin, seinnapartin verður vitjað í Norðoyggjum, og seinasti partur av vitjanini í Føroyum verður í Havn í morgin.
Føroyskur dansur
Í gjár fingu gestirnir høvi at vitja ymsastaðni í Runavíkar kommunu, og um kvøldið gekk leiðin út á Røktar-og Ellisheimið, har Tordur J. Niclasen, fyristøðumaður, vísti gestunum heimið og greiddi livandi frá.
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, var vertur við døgurða týskvøldið, har gestirnir eisini sluppu at síggja menn í føroyskum búna og fingu eina frágreiðing um søguna hjá føroyska dansinum.
Tá døgurðin var etin, varð farið upp á gólv, og allir luttakararnir komu upp í ringin.
Útlendsku gestirnir búgva á Hotel Runavík, og fundirnir, sum Útnorðurráðið hevur havt, eru hildnir í nýggja skúlanum við Løkin.
Fráfaringarrøða
Í morgun klokkan 9 byrjaði so sjálvur ársfundurin.
Føroyar hava havt formansskapin í Útnorðurráðnum seinasta árið, har Kári P. Højgaard hevur verið formaður.
Fyrrapartin hevur hann hildið sína fráfaringarrøðu.
Eftir Kára, tekur Joset Motzfeldt við formanssessinum og kemur at sita sum formaður í Útnorðurráðnum til august 2010.
Formanskapurin skiftir árliga millum tey trý limalondini.
Norðoyggjar
Seinnapartin í dag verður farið á útferð og vitjað verður á Høvdavirkinum í Leirvík, áðrenn farið verður í Norðoyggjar, har Gunvá við Keldu, borgarstjóri og Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, taka ímóti.
Mentanarleiðarin hjá kommununi, Dávur Winther, fer klokkan 15.15 at greiða frá um mentan og vinnu í Klaksvík, og klokkan 16 verður vitjað í Christianskirkjuni, har Alex Sólstein fer at siga frá.
Klokkan 16.30 verður farið til Árnafjarðar, og klokkan 16.50 fer Jógvan Høj at siga frá um fiskavirkið Norðfra.
Føroya Bjór fer at greiða útnorðurgestunum frá sínum virksemi klokkan 17, og har verður tað Símun Gullaksen, sum verður frásøgufólk.
Klokkan 18.30 verður farið úr aftur Klaksvík og til Fuglafjarðar, har døgurði verður á Muntra klokkan 19.
Í morgin verða so útnorðurfólkini í Havn.