Útnorðurpeningur til Føroya

Útnorðurgrunnurin hevur goldið út tvey lán til føroyskar fyritøkur í fjør. Trý nýggj lán eru játtað til komandi ár, stendur at lesa í ársfrágreiðingini, sum nýliga er almannakunngjørd

 

Hálvtriðja millión danskar krónur vórðu í fjør útgoldnar føroyskum virkjum sum lán úr Útnorðurgrunninum. Í ár eru játtaðar sjey milliónir krónur til trý lán, sum tvey virki fáa, stendur í ársfrágreiðinini hjá útnorðutgrunninum, sum nýliga er almannakunngjørd.

Tvey føroysk fiskavirki, Norðís á Eiði og Lido Seafood í Skálavík, fingu ávikavist 800.000,- krónur og 1.700.000,- krónur útgoldnar í láni frá grunninum í fjør. Øll tøl eru givin upp í donskum krónum.

Umframt hesi bæði lánini vórðu tvey onnur lán útgoldin út grunninum í fjør. Tey fóru bæði til Grønlands, stendur at lesa í ársfrágreiðingini. Annað til hotelvinnu og hitt til flutningsvinnu.

Grunnurin letur lán til grønlendskar, íslendskar og føroyskar fyritøkur. Kortini verða lán bert játtað íslendskum umsóknum, um tær eru í samstarv við føroysk ella grønlendsk virki.

Ein slík umsókn varð játtað í fjør, men verður ikki útgoldin fyrr enn í ár, og er tí ikki við í roknskapinum fyri árið 2000.

Talan er um lán til eina íslendska fyritøku, sum arbeiðir við eini samstarvsætlan við eina føroyska fyritøku um turking av fiskaslógvi. Sum skilst er talan um virkið í Leirvík, sum turkar høvd og ryggir og flytir tey til Nigeria.

Í ár eru játtað trý lán til føroyskar fyritøkur. Samlaða lánsjáttanin í ár er upp á sjey milliónir danskar krónur. Lánini eru játtað tveimum fyritøkum. Einum fiskavirki og eini frystigoymslu, stendur í árfrágreiðingini hjá Útnorðurgrunninm.


Fiskur og ferðavinna

Føroyingar halda seg til fiskivinnuna, meðan grønlendingar rættiliga eru farnir at byggja ferðavinnuna út, skilst á ársfrágreiðingini hjá Útnorðurgrunninum.

Um fígging til Føroya verður sagt, at grunnurin í fjør hevur verið við til at fíggja fiskavirki í Føroyum. Bæði slík, har eigarvirðurskiftini eru broytt, og slík sum júst eru farin at virka.

Látið verður væl at føroyska búskapinum. Bæði hjá fiskivinnuni og fíggjarstovnunum gongur væl, verður sagt í ársfrágreiðingini.

Grønlendingar eru rættiliga farnir undir at byggja ferðavinnuna út. Útnorðurgrunnurin hevur latið lán til tiltøk innan ferðavinnuna bæði í Suður- og í Norðurgrønlandi. Arbeitt verður við at skapa fleri og fjølbroyttari tilboð til ferðafólk, sum koma til Grønlands. Infrastruktururin verður betraður, eins og fleiri og fjølbroyttari gistingartilboð verða at fáa í Grønlandi í komandi tíð.

Íslendskum fyritøkum er ikki veitt lán í fjør, sigur ársfrágreiðingin frá. Tó er tann samstarvsætlanin, sum umfatar virkið í Leirvík, nevnd í árfrágreiðingini, hóast peningurin ikki verður goldin út fyrr enn í ár.


Útlitini

Í framtíðini fer at verða arbeitt á sama hátt sum higartil. Latin verða lán til føroyskar og grønlendskar verkætlanir, meðan íslendskar fyritøkur bert skulu rokna við stuðuli, um samstarvað verður við føroyskar ella grønlendskar fyritøkur.

Í Føroyum verður tað enn sum fyrr fiskvinnan, sum fer at standa frammalaga. Men eisini ídnaðar- og handverksvinnan fer at verða prioriterað, sigur nevndin fyri Útnorðurgrunnin um framtíðarútlitini hjá grunninum.

Sami poltikkur sum higartil fer eisini at verða rikin í Grønlandi. Ferðavinnan stendur frammalaga, eins og ídnaður og handverk eisini fara at fáa part í komandi árum.

Fíggjarliga var árið eitt sindur tungt hjá Útnorðurgrunninum orsakað av gongdini á rentumarknaðinum. Men tað mól runt kortini, hóast ikki tær stóru upphæddirnar vóru at seta í grunnar.

Umsitingin hjá Útnorðurgrunninum telur 4,2 ársverk. 2,2 ársverk á høvurðsskrivstovuni í Reykjavík, meðan hini bæði eru ávikavist í Nuuk og í Tórshavn.

Stjóri í Útnorðurgrunninum er føroyingurin Sverri Hansen, sum starvast á høvuðsskrivstovuni í Reykjavík. Nevndarformaður er Sigurd Poulsen, landsbankastjóri.