Útnorðurgrunnur við til at menna Grønland

Hóast umfatandi fíggjarkreppu kring allan vesturheimin hava Útnorðurgrunnurin og eisini Grønland klárað seg væl. Útnorðurgrunnurin hevði ikki tey stóru tapini í undanfarna ári, og framtíðin sær bjørt út. Tað heldur stjórin í grunninum, lorvíkingurin Sverre Hansen, sum í fjør lænti út millum 20 og 25 mill. kr. til verkætlanir í Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Grønland fekk umleið 60% av lánunum og Føroyar knøpp 40%, meðan Ísland stóð fyri 2-3%. Sverre Hansen, sum hevur verið stjóri í meira enn tíggju ár, dámar væl arbeiðið. Hesi seinastu trý árini hevur grunnurin havt sítt høvuðshásæti í Nuuk, undan tí var hann í sjey ár í Reykjavík. Sverre Hansen heldur fyri, at Útnorðurgrunnurin hevur verið góður fyri menningina í Grønlandi. Í fjør fóru nógv lán til ferðavinnuna og smærri verkstaðir, sum servisera grønlendska samfelagið. Í Føroyum fóru flestu lánini til verkætlanir við tilknýti til fiskivinnuna. Men stuðul varð eisini latin eitt nú til at framleiða orku úr vindi. Hann fegnast eisini um, at Bank Nordik er komin til Grønlands og at føroysk fyritøka hevur gjørt íløgu í Grønlandsbankan. Grønlendingar eru eisini fegnir um, at Bank Nordk er vorðin partur av fíggingarmarknaðinum.

Lorvíkingurin, sum í Føroyum hevur kunnað fylgt við, hvussu fólk flyta av bygd til Havnar og miðstaðarøkið, upplivir júst sama útvikling í Grønlandi, har Nuuk veksur við rúkandi ferð. Jan Müller, sum vitjaði í Nuuk í desember, fer mánamorgunin klokkan 9.40 at tosa við Sverra Hansen, sum eisini sigur sína hugsan um Grønland í framtíðini, um blokkin, um eina komandi oljuvinnu og um samvinnuna í Norðuratlantshavi.