Útnorður tónleikafestivalurin

Norður Bryggjan í Keypmannahavn skipar fyri Útnorður Tónleikafestivalinum í grannahúsunum hjá Bryggjuni, Hal D, nú leygardagin 28. oktober

 
Fimm bólkar fara á pall á festivalinum. Tveir av bólkunum eru føroyskir, ein er íslendskur, ein er grønlendskur og ein er danskur.
Danski bólkurin er Who Made Who, hetta er eitt av nøvnunum, sum í vikuskiftinum framførdi á Iceland Airwaves í Reykjavík. Bólkurin hevur seinasta árið fingið alt størri fjepparaskara í Danmark og er uttan iva við, fyri at tryggja, at eisini danskir áskoðarar koma á konsert. Tónleikurin er eitt slag av blandipoppi, ið hevur tekur støðið í nógum ymiskum tónleikastílum. Føroysku bólkarnir verða 200 og Makrel, sum teljast millum fremstu føroysku rokkbólkarnir og hava báðir givið fløgu út í ár. Chilly Friday úr Grønlandi er sambært fyrireikarunum, tað størsta grønlendska rokkorkestrið, og sigst at vera væl svingandi og funky.
Festivalurin er leygarkvøldið frá kl. 20.30-2.30. Atgongumerki fáa á www.politikenbillet.dk/nordatlanten