Útlitini fyri laksaprísinum góð

Støðan í Kili ger, at væntandi fara laksaprísirnir at halda sær fyrra hálvár næsta ár

Laksaprísirnir hava verið ónvaliga góðir fyrra hálvár í ár.

 

Høvuðsorsøkin er, at útboðið av laksi fer at vera. Algur gjørdu, at nógvur laksur doyði hjá alarunum í Kili.

 

Hóast hetta hendi, so minkar útbðið ikki fyrr enn fyrra hálvár næsta ár, men fellið í Kili hevur økt um eftirspurningin longu í ár.

 

Vónirnar er, at prísurin verður eins góður fyrra hálvár næsta ár.

 

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sigur, at deildin, sum ger liðugtvørur hevur havt millum 90 og 100 milljónir í hallið. Hetta kemst av, at til hesa vøru verða langtíðarsáttmálar gjørdir.

 

Tá so prísurin fer upp, so fylgir hesin prísurin ikki við. Nú hevur Bakkafrost gjørt nýggjar sáttmálar um liðugtvøru. Teir eru 18 mánaðir langir og nú er prísurin hægri og fer vónandi at geva avlop, sigur Regin Jacobsen.