Tað eru fleiri viðurskifti við North Atlantic Fish Fair hesaferð, sum ikki hava verið áður. Hesi kunnu koma at merkja, at talið av vitjandi fer at seta met - Hetta er fyrstu ferð, at fiskivinnustevnan gongur út í eitt vikuskifti, og hetta er fyrstu ferð, at loyvt er at skeinkja á stevnuni. Í triðja lagi liggur NAFF hesaferð ikki so tætt uppat matvørustevnuni í Brússel, og í fjórða lagi harðnar streymurin, so vænandi er, at skip og bátar, sum royna við línu, fara at liggja.
Hetta sigur Dánjal Petur Hansen, sum er samskipari av North Atlantic Fish Fair.
Hann vísir á, at hinar tríggjar stevnurnar, sum verið hava ? tvær á økinum hjá Runavíkar havn og hin seinasta á Hjalla ? hava ligið frá týsdegi til og við hósdag.
- Framsýnarar hava havt ynski um, at stevnan liggur inn í eitt vikuskifti, og hetta er nú eftirlíkað.
Dánjal Petur Hansen heldur, at tað eisini kann koma at hava sín týdning fyri talið av vitjandi, at dýri biðidagur er fríggjadagin, og síðan hava tey flestu eisini frí leygardag.
- Vit hava onga meting av, hvussu stórt talið av vitjandi verður hesaferð, men vit vóna sjálvsagt, at North Atlantic Fish Fair í minsta lagi verður eins væl vitjað og hini árini, sigur samskiparin.
Í 2005 hevði altjóða framsýningin á Hjalla fleiri enn 11.000 vitjandi teir tríggjar dagarnar, stevnan vardi.