Útlit eru mangan døpur

- Heilt síðan eg byrjaði at fiska, hevur tað víst seg, at útlitini mangan eru døpur við byrjanina av einum nýggjum ári, sigur Mikkjal Hammer, reiðari og skipari. Mikkjal Hammer, sum er reiðari á eitt nú partrolarunum, Hamranesi og Breiðaesi, sigur, at upsaprísirnir vóru góðir í farna ári og gingu uppeftir alla tíðina. Hinvegin royndist upsaveiðan ikki nakað serlig í seinnu hálvu av árinum.

- Tá havt verður í huga, at 85% av veiðini hjá Hamranesi og Breiðanesi er upsi í 2010, eru vit sjálvandi rættiliga væl nøgdir við árið, nú skipini teljast millum teir fremstu í veiðinøgd.

Hann sigur, at meginparturin av veiðini hjá skipunum er landað í Hvalba, men onkran einstakan túr í 2010 vóru skipini í Scrabster.

Portalurin hevur eisini spurt Mikkjal Hammer, hvussu hann metir útlitini vera fyri árið, sum júst er byrjað.

- Heilt síðan eg byrjaði at fiska, hevur tað víst seg, at útlitini mangan eru døpur við byrjanina av einum nýggjum ári. Soleiðis er eisini, nú vit eru komin inn í 2011. Tú veitst ongantíð frammanundan, hvussu árið fer at vignast, og soleiðis er eisini hesaferð.

Mikkjal Hammer ásannar, at upsasveiðan var svikalig í 2010, serliga í seinnu hálvu, men hann vónar, at árið í ár kortini fer at roynast.

- Vit fara at gera okkara besta, og vit vóna, at hetta fer at røkka, tá samanum kemur, sigur reiðarin í Hvalba.

Steintór, sum vit síggja á hesi myndini, royndist eisini bestur í veiðivirði hjá lemmatrolarunum í 2010.

Reiðari á Steintóri er Jacob Pauli Hammer.