Karismatiski svenski áleyparin, Zlatan Ibrahimovic, sum komandi kappingarár fer at tørna út fyri Manchester United í ensku Premier League, er kendur fyri at skapa góðar yvirskriftir.
Fyri eini viku síðani legði Manchester United legendan, Eric Cantona, sum verður kallaður fyri kongurin í Manhcester, eitt video út á alnótina, har hann segði at tað bert var pláss fyri einum kongi í Manchester, og at Zlatan kundi vera prinsur.
Men nú hevur karismatiski svenskarin svarað Eric Cantona aftur.
- Eg havi hoyrt tað sum Cantona hevur sagt. Mær hevur altíð dámt væl Cantona. Men hann skal vita tað, at eg ikki ætli at blíva kongur í Manchester. Eg vil heldur vera sum Gud fyri teir, sigur Zlatan Ibrahimovic við heimasíðuna hjá FIFA.
Hetta er ikki fyrsta ferðin at Zlatan Ibrahimovic hevur úttala seg við so stórum sjálvsáliti. Tá Zlatan Ibrahimovic fyri tveimum mánaðum síðani gavst í franska Paris Saint Germain, segði svenskarin at hann kom til franska felagið sum ein kongur, og at hann fór avstað sum ein legenda. Eisini segði hann at hann kanska umhugsaði at vera verandi í Paris Saint Germain, um teir skiftu Eiffel-tornið út við eina standmynd av Zlatan sjálvum.