Stutt fyri midnátt í gjár fekk ein føroyingur í Klaksvík ein neva í andlitið frá einum útlendskum manni. Útlendingurin er í Føroyum tí hann er við einum fiskiskipið. Løgreglan sigur, at karmarnir rundan um hendingina eru enn ógreiðir, tí rúsdrekka varð eisini upp í og harvið hevur løgreglan enn ikki avhoyrt mennirnar.
Tá ið ein útlendingur brýtur revsilógina, so kann tað viðføra, at viðkomandi verður útvístur úr Føroyum. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn greiðir frá, at tá ið útlendingar eru blandaðir upp í politimál á hendan hátt, so verður roynt at sleppa í rættin at avgreiða málið sum skjótast. Hevði man latið málið gingið sína vanligu gongd, eins og tað vildi gjørt, um talan var um eina hending millum tveir føroyingar, so hevði tað tikið munandi longri tíð at fáa málið fyri ein dómara.
Men bíðaði man eftir tí, so hevði útlendingurin helst ikki verið í Føroyum longur og tí hevði verið torført at fingið viðkomandi at møta í Føroya rætti. Tí sigur vakthavandi á løgreglustøðini, at málið væntandi verður í Føroya rætti seinnapartin í dag.