»Útlendsku føroyingarnir«

Eyðun á Borg
á Borg á Argjum 12/06-06

Sum føroysklærari hjá ensktalandi útlendingum harmist eg um og átali ta mannminkandi viðferð, summir útlendingar hava fingið í sambandi við uppihaldsloyvi í Føroyum!
Hesi fyrimyndarligu fólk eru við til at gera okkara lítla samfelag ríkari og fjølbroyttari og hava uppiborið eina betri viðferð.
Væl veit eg, at danir hava avgerandi orðið at siga, tá vit tosa um uppihaldsloyvi, men vit í Føroyum hava heldur ikki altíð dugað so væl at handfarið hesi útlendingamál.
Sjálvandi skulu vit hava greiðar reglugerðir í hesum málum, men vit tosa ikki um garvillar, víðgongdar útlendingar, einans hampafólk, bæði ítróttarfólk og onnur, sum t.d. hava fingið føroyskan maka.
Til dømis var tað sera harmiligt og óskiljandi, tá italski Gianfranco mátti stinga í sekkin og fara av landinum, beint eftir at hann hevði gjørt eina orðabók millum italskt og føroyskt mál!?
E.S.! Chiaki! Góða eydnu við ætlanum tínum um orðabók millum japanskt og føroyskt mál!
Við vón um ábøtur!