Útlendskir konslar eiga ikki at blanda seg upp í politikk

- Áðrenn løgmaður gjørdi viðmerkingar til miðlarnar ella onnur um tey útlalilsir, sum íslendski konsulin Poul Mohr og finski konsulin, Poul Michelsen, komu við, átti hann at sett seg í samband við íslendsku og finsku stjórnina, fyri at vita, um hetta er almenni politikkur teirra, heldur Edmund Joensen, løgtingsformaður

- Føroyar eru eiansta landið í heiminum, sum letur um seg ganga, at konslar úr øðurm londum leggja politiskt trýst á landsins stjórnarleiðara og parlament, sigur Edmund Joensen. Hann vísir á, at vit eru von við, at konslar og diplomatar av ymsum slag við størsta varsemi og stórum neyvleika úttala seg vegna landið, teir umboða. Tí heldur hann, at tað má kannast, um tað er nýggjur uttanríkispolitikkur hjá ávikavist Íslandi og Finnlandi, sum nú verður borin fram í Føroyum.

Edmund Joensen vísir á, at tað hevði verið óhugsandi á uttanríkispolitiska økinum, at konslarnir hjá ávikavist Íslandi og Finnlandi havahandlað í ósamsvari við terra lands almenna uttanríkispolitikk. Men um tað er tað, sum er hent í hesum máli, so er tað ein sera álvarsom søkt fyri teir, heldur Edmund Joensen, sum leggur afturat, at annar teirra enntá mælti til nýval.

Løgtingsformaðurin heldur tí, at løgmaður eigur at gera sær greitt, at tað er hann,s um er settur at føra uttanríkispolitikk fyri Føroyar, sambært gjørdum avtalum og tingsins vilja.