Samlaða útlendska veiðan í føroyskum sjógvi í juni mánaða var góð 25.000 tons.
Av hesum veiddu russar einsamallir meira enn 22.000 tons.
Av russisku veiðuni vóru tey 18.000 tonsini svartkjaftur, meðan knapt 4.000 tons vórðu veidd av makreli.
Russar sleppa at fiska nakað væl av makreli sum hjáveðu til svartkjaftafiskiskapin.
Makrelin fiska teir vanliga summarmánaðirnar.
Eisini hava russar fiska góð 200 tons av sild í juni mánaða, siga tøl frá Hagstovuni.
Nú eru tað aðrir enn russar, sum hava fiskirættindi undir Føroyum.
Men okkurt bendir á, at teir ikki eru líka svangir sum russararnir.
Í øllum førum eru tað bara smáar nøgdir, aðrir hava fiskað undir Føroyum í juni.
Bretar hava fiskað góð 2.300 tons av svartkjafti, og ES lond annars hava bara fingið góð 300 tons av øðrum fiskasløgum aftrat bretska svartkjaftinum.
Norðmenn hava fiskað góð hálvttriðjahundrað tons av øðrum fiski. Mest longu.