Útlendsk arbeiðsmegi vælkomin

Skulu vit hava føroysku arbeiðsmegina uttanlands heimaftur, sum mugu bústaðarviðurskiftini betrast munandi, sigur Búskaparráðið í seinastu frágreiðingini um føroyska búskapin

Í frágreiðingini, sum bleiv almanna kunngjørd í gjár, nemur Búskaparráðið eisini við føroysku arbeiðsmegina. Her verður víst á, at føroyingar góðtaka ikki, at útlendsk arbeiðsmegi kemur hendanvegin. Forðingin fyri útlendskari arbeiðsmegi kemur allarhelst av, at vit vilja ikki hava útlendingar til Føroya, so leingi sum arbeiði ikki er allar føroyska hendur.

Her vísir Búskaparráðið á, at tað er ongin samanhangur millum hvussu stórt eitt arbeiðsloysið er, og hvussu nógvir útlendingar kunnu arbeiða her. Tað er bygnaðurin á sjálvum arbeiðsmarknaðinum, ið avger hvussu stórt eitt arbeiðsloysi. Roynst illa í einari vinnugrein, so er stórur vandi fyri, at fólk gerast arbeiðsleys innan júst ta vinnugreinina.

Nýta vit eitt nú byggivinnuna sum dømi, og henni roynst illa, so nyttar tað lítið at nýta uppsagdar handverkarar í einari vinnu, sum teir slettis ikki kunnu standa seg.

Um okkum til dømis vantar sjúkrasystrar, og hava ov nógvar handverkarar, so kunnu handverkarnir ikki bara uttan víðari skifta frá at vera handverkarar til sjúkrasystrar.

Tað er tí betri fyri føroyska samfelagið, um vit taka útlendingar inn í tær vinnur, sum vit ikki hava tøku arbeiðsmegina til, sigur Búskaparráðið í frágreiðing síni

Betri vælferðartænastur
Búskaparráðið vísir eisini á, at um vit skulu hava føroysku arbeiðsmegina uttanlands heimaaftur, so er neyðugt at betra um vælferðartænasturnar. Her verður serliga hugsað um bústaðarmøguleikarnar, barnaansing og eldrarøkt.

Skapa vit ikki betri umstøður á hesum økium, verða sera torført at lokka tann partin av føroyska arbeiðsmarknaðinum, ið starvast uttanlands, heimaftur

-Heldur núverandi støða fram við vantandi bústaðarmøguleikum, kann væl hugsast, at føroysku fyritøkurnar eru noyddar at venda sær tí útlendsku arbeiðsmegina, leggur Búskaparráðið aftrat í frágreiðingini.

Skal føroyski brúkarin fáa sum mest burturúr, so hevur tað stóran týdning, at føroyska fyritøkur fáa møguleikan at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, sigur búskaparráðið at enda í síni frágreiðing um føroyska arbeiðsmarknaðin