Vinna
Tað er ikki alt, sum hugsað verður, ið fólk tora ella vilja siga alment.
Ein framstandandi fiskavirkisleiðari, sum Sosialurin hevur tosað við, heldur, at vórðu reglurnar við útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum meira liðiligar, hevði hetta samstundis verið við til at bjargað - og ment føroysk arbeiðspláss í fiskavirkisvinnuni.
- Vit hugsa allir tað sama, men eingin torir ella tímir at siga tað alment.
Fiskavirkisleiðarin sigur, at soleiðis, sum støðan er á føroyska arbeiðsmarknaðinum, er í stóran mun brúk fyri útlendskari arbeiðsmegi.
- Øll onnur lond gera tað, men her í Føroyum er tað "tabu".
Tað, sum fiskavirkisstjórin sipar til, er, at onnur lond hava nógva útlendska arbeiðsmegi, sum arbeiðir eftir heilt øðrum treytum enn teimum, sum arbeiðsorkan í viðkomandi landi annars hevur.
- Tey, sum koma til londini at arbeiða, fáa væl meira burtur úr, enn tey høvdu fingið, um tey arbeiddu í sínum egna heimlandi og vinnan í teimum londum, tey koma til, hevur samstundis eitt tryggari grundarlag.
Fiskavirkisstjórin sigur, at útlendsk arbeiðsmegi í staðin fyri at hótta føroysku arbeiðsmegina hevði verið við til at tryggjað føroysku arbeiðsplássini.
- Men hetta er "tabu" at tosa um og skal helst ikki takast upp á tungu, sigur hann.
Tað eru eisini føroyskir virkisleiðarar, sum halda, at arbeiðsgevarin í nógv størri mun skuldi havt ábyrgdina av útlendsku arbeiðsmegini í Føroyum.