Útlendingur keypt fleiri hús í eini bygd í Føroyum

– Enn ber til at forða fyri, at tað vindur upp á seg

 

Í onkrari bygd hevur ein útlendingur keypt fleiri hús. Tað hevur ein húsaseljari greitt Vinnunevndini hjá Løgtinginum frá, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Tjóðveldi um at nokta útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum.

Les meiri um tað her: Vilja banna útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, eru hvørki samgongan, ella Framsókn, sinnað at nokta útlendingum at keypa jørð og hús í Føroyum, hvørki privatfólki ella fyritøku.

Les meiri um tað er: Tað er ílagi at útlendingar sleppa at keypa hús og jørð í Føroyum

Hinvegin halda tey í Javaðarflokkinum og í Tjóðveldi, at útlendingar eiga ikki at hava atgongd til fasta ogn í Føroyum.

Tey siga, at tá ið Vinnunevndin hjá Løgtinginum viðgjørdi málið, varð ein húsaseljari boðsendur at greiða frá, og hann upplýsti, at útlendski áhugin fyri at keypa fasta ogn í Føroyum er meiri ítøkiligur nú, enn hann hevur verið, tí nú verður beinleiðs spurt um at keypa hús og jørð í Føroyum.

Hann upplýsti eisini, at í onkrari bygd hevur ein útlendingur keypt fleiri hús.

Men tey í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi halda, at sum heild er trupulleikin ikki so stórur enn, so enn ber tað til at forða fyri, at tað vindur upp á seg.

Tey vísa á, at áhugin fyri at ogna sær bústað, ella keypa jørð í Føroyum, er vaksandi. Og tey vænta, at hetta kann bara vinda upp á seg, soleiðis sum gongdin er nú, har bankarnir har bankar eru farnir at krevja negativa rentu, so at tað beinleiðis kostar at hava pengar á bók. Samstundis eru altjóða grunnar og vinnulívsfólk, farin at keypa bústaðir og jarðarognir í ymsum londum.

– Um allan heim eru fleiri og fleiri dømir um, at møguleikin hjá fólkinum í landinum at útvega sær bústað fyri rímiligan kostnað, verður tikin burtur, tá ið útlendingar keypa jørð og ognir, sum tey síðani brúka til at vinna pening burtur úr við at leiga út, ella selja víðari.

– Í løtuni er einki yvirhøvur, sum forðar einari stórari útlendskari fyritøku, ella ríkum einstaklingi, at keypa risastór lendi, ella meginpartin av húsunum í eini lítlari bygd, ella eini oyggj, siga tey. Og tey halda, at hesum mugu vit forða fyri.

Tey vísa eisini á, at í nógvum londum er mark fyri, hvat útlendingar kunnu keypa av jørð, bústøðum ella summarhúsum.
Í Danmark eru reglur fyri summarbústaðir og í Álandi eru tað  bara fólk, ið hava bústað, ella sum hava búð í Álandi eina ávísa tíð, sum hava rætt at keypa jørð, bústað og fasta ogn annars.

Tey vísa á, at eisini Útoyggjafelagið tekur undir við, at reglur verða gjørdar um, hvør, ið kann keypa jørð og ognir í Føroyum.

– Dømi eru um, at hús verða keypt á útoyggj, uttan at tann, sum keypir, hevur sæð ognina og her kann bæði vera talan um útlendskar og føroyskar keyparar, siga tey.

Tey staðfesta samstundis, at ætlanin er ikki at forða fyri, at føroyingar, ið búgva uttanlands, kunnu keypa summarhús í føroyum. Ein lóg um hetta skal bara brúkast í teirri løtu at fólk, ið einki tilknýti hava til Føroyar, fáa hug at keypa inn undir seg, siga tey í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldi

– Áhugin at ferðast norðureftir til meira friðarliga og “óspilta” náttúru hevur verið skjótt vaksandi seinastu árini. Hóast koronukreppan í løtuni leggur ferðavinnuna lamna, kann áhugin hjá útlendsku ferðavinnuni at keypa hús og jørð í Føroyum, vaksa skjótt, tá støðan aftur er normal, siga tey.

Ein grundgeving ímóti at nokta útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum, er at føroyingar kunnu eisini keypa ognir uttanlands.

Hetta er bara lutvíst rætt, tí nógv lond hava ymiskar avmarkingar á økinum. Í øðrum lagi, er føroyska landøkið við 18 oyggum, sera avmarkað í stødd. Bygdir og býir eru smá, og tí eru avleiðingarnar størri, keypa útlendingar hús og jørð her, halda tey.