Útlendingur gevst í KÍ

Sebastian Avanzini gevst í KÍ, skrivar Norðlýsið í dag

Sebastian Avanzini hevur í kvøld sína síðstu venjing í KÍ. Hann og KÍ eru samdir um at gevast við samstarvinum. Korona og tann stóra mentanrliga broytingin er orsøkin til, at Sebastian Avanzini ynskir at flyta aftur til familjuna í Keypmannahavn, skrivar Norðlýsið.

25 ára gamli vongurin kom til KÍ frá AC Horsens undan kappingarbyrjan. Hann fekk góð skotsmál frá fyrrverandi liðfelagnum, Halli Hansson, men tað fær KÍ ikki ágóðan av á hesum sinni. Hann bleiv skiftur inn í Stórsteypadystinum móti HB á Tórsvølli í mars mánaði, har hann fekk eitt 4-tal av 10 í spælarametingunum hjá ÍtróttarSosialinum.

Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, sigur við Norðlýsið at partarnir høvdu ein sáttmála, har tað var møguligt at gevast við samstarvinum áðrenn tíð. Arbeitt verður framvegis við at fáa Abubakar Ibrahim, sum er úr Nigeria, til felagið. Hann hevur gjørt sáttmála, men øll viðurskifti eru ikki komin upp á pláss.