Útlendingarnir hjá ÍF verða verandi

Tað hevur ikki verið nøkur loyna, at fleiri av førysku fótbóltsfeløgunum hava ligið framvið eftir undirskriftunum hjá Ahmed Sylla og Gunnar G. Nielsen, sum í ár hava leikt fótbólt við ÍF.
Soleiðis skrivaðu vit í leygardagsblaðnum, at B36 hevur sýnt leikarunum stóran áhuga. Og sum skilst, so høvdu teir báðir eisini hugt at umstøðunum í B36.
Men tað skiftið verður so av ongum nú. Úr Fuglafirði eru boðini, at leikararnir í dag hava gjørt nýggjan sáttmála við ÍF, har teir soleiðis eisini fara at spæla fótbólt komandi kappingarár.