Komandi mánað verður FM fyri einstaklingar í talvi. Kappingin verður heldur øðrvísi í ár, enn undanfarin ár. Sum nakað nýtt eru útlendingar bjóðaðir við. 16 telvarar vera við í landsliðsbólkinum, og av teimum eru 10 føroyingar. Hvørjir teir tíggju føroyingarnir verða í landsliðsbólkinum verðir avgjørt eftir styrkistalið
Í landliðsbólkinum verður telvað 11 umfør eftir FIDE Schweizer skipanini. Tað er longu greitt, hvørjir teir seks útlendsku telvararnir vera. Teir eru IM Eirik Gullaksen 2354 úr Noreg, IM Christian Jepson 2412 úr Svøríki, IM Kim Pilgaard 2437 úr Danmark, IM John Shaw 2470 úr Skotlandi, IM Sævar Bjarnason 2262 úr Íslandi og GM Heikki Westerinen 2374 úr Finlandi.
Besti føroyingurin verður kosin Føroyameistari. Einstaklinga-FM verður í døgunum 12-19 apríl á Læraraskúlanum.