Nógv kjak hevur tikið seg upp á sosialu miðlunum, síðani mynd av rimaportrinum í Saksun varð almannakunngjørd fyrr í vikuni.
Fólk innan ferðavinnuna, Hagafelag Føroya, Jarðir og nógv onnur gera vart víð sínar meiningar.
Útlendingarnir, ið koma til Føroya, undrast eisini, at viðurskiftini eru, sum tey eru. At tey skulu gjalda ymsastaðni, at prísurin er ymiskur, men eisini at tey síggja tílík skelti, við hóttanum á, sum hetta, ið Súni Falkvard Selfoss hevur latið okkum.
##med2##
Les meira her: Hagafelagið vil fáa hvørmansrættin at galda í Føroyum
Kjak hevur eisini fyrr í summar verið um støðuna, nú so nógv ferðafólk koma til Føroya. Tað eru umleið 10-15 støð kring landið, sum sera nógv ferðafólk vitja, og har bøndur, festarar og ánarar siga, at ferðavinnan órógvar sera nógv landbúnaðin. Millum annað slítir tað nógv upp á bøin, seyðurin vil ikki liggja á teimum støðum, har nógv fólk koma, tað órógvar raksturin og annars dagliga arbeiðið hjá bøndrum og ánarum.
Felagið Jarðir, sum Bóndafelagið og Óðalsfelagið stovnaðu fyrr í ár, vil arbeiða við at fáa betri og meiri skipaði viðurskiftir í sambandi við alsamt vaksandi ferðavinnuna.
Teir siga millum annað, at málið er at tilrættisleggja ein hóskandi felags leist fyri at samskipa og bjóða út ymisk ferðavinnutilboð, eitt nú gongd í haga.
Tað verður arbeitt í felagnum, men enn er ikki komið so nógv fram um felags loysnir. Einstakir bøndur og festarar siga seg ikki hava tíð at bíða, og hava av sínum eintingum sett gjald á at ferðast í høgunum, ið teir vara av. Í nøkrum høgum verður gjald bara tikið frá útlendingum, meðan aðrastaðni eisini frá føroyingum. Gjaldskipanirnar eru eisini sera ymiskar. Aðrir hava sett skeltir upp, at ikki er loyvt at fara í teirra haga.
Stjórin í Visit Faroe Islands, Guðrið Højgaard, hevur áður sagt, at tað skaðar okkara umdømi sum ferðavinnuland, at vit fáa ónøgd ferðafólk, og landsstýrismaðurin við ferðavinnumálum, Poul Michelsen, hevur sagt, at hann vónar ikki, at alt endar í kaos.
Les meira her: Gjald fyri at koma í hagan