Sølan av atgongumerkjum til størsta danska tónleikafestivalin gongur einki serligt. Búskaparkreppan ger, at sølan til útlendingar gongur verri enn vanligt Um slakar tríggjar vikur verður størsti danski tónleikafestivalurin hildin í Roskilde. Onkuntíð hevur verið útselt til festivalin, men í ár rokna fyrireikararnir ikki við, at øll atgongumerkini verða seld.
Higartil eru 40.000 av 75.000 atgongumerkjum seld, og tað er munandi minni enn undanfarin ár.
Tað gongur væl at selja atgongumerki til danir, men sølan til útlendingar er nógv minkað í ár, skrivar DR.
- Vit selja nógv færri atgongumerki til útlendskar gestir, og vit merkja serliga minni áhuga úr Svøríki og Íslandi, sigur Esben Danielsen, talsmaður fyri Roskilde Festivalin, við DR.
Aðrir danskir festivalar, sum í størri mun hava danskar gestir, selja væl. Festivalurin í Skanderborg, sum verður hildin í august, hevur selt meginpartin av sínum atgongumerkjum longu nú.