Útlendingar stóran áhuga fyri samráðingunum

Útlendskir miðlar halda lítið um roknstykkið hjá danska fíggjarmálaráðnum, men samstundis seta teir spurnartekin við føroyska samráðingaruppleggið

John Johannessen


Umframt danskir fjølmiðlar, hava aðrir útlendskir fjølmiðlar eisini stóran áhuga fyri ríkisrættarligu samráðingunum.

Hetta sást millum annað á tíðindafundinum, landsstýrið helt á føroysku viðskiftastovuni í Keypmannahavn týsdagin, tá føroyska samráðingaruppleggið varð almannakunngjørt.

Á viðskiftastovuni vóru bæði týskir, svenskir og norskir fjølmiðlar at síggja, umframt teir mongu donsku fjølmiðlarnar og heimsumfatandi miðilin, Assiciated Press.

Felags fyri øll fjølmiðlafólkini var, at tey tóku frástøðu frá tølunum hjá danska fíggjarmálaráðnum, ið vísa á útreiðslur, danski staturin hevur av føroyingum bæði í Føroyum og í Danmark.

Kortini løgdu fjølmiðlafólkini seg nógv efir at fáa greiðu á fíggjarligu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Tey vildu hava at vita, um Føroyar klára seg uttan blokstuðul og hvussu langa skiftistíð Føroyum nýtist, áðrenn tað ber til hjá okkum at gerast fíggjarliga óheft.

Júst spurningurin um skiftistíð og fíggjarviðurskifti er eisini tað, danskir fjølmiðlar hava lagt seg mest eftir at viðgera dagarnar eftir samráðingarnar. Hetta er bæði gjørt í vanligum redaktionellum tilfari, og eisini í oddagreinum í donsku bløðunum.

Millum annað skrivar oddagreinin í týsdagsútgávuni av Berlingske Tidende, at føroyingar seta fram ov hørð krøv í sambandi við skiftistíðina.

Í tíðindasendingini hjá TV2 týskvøldið og í grein í týsdagsútgávuni av Aktuelt, vísir fíggjarserførðingurin, Martin Paldam, á, at Føroyar kunnu klára seg, um so ríkisstuðulin verður tikin av frá degi til dags. Tískil stuðlar hann donsku stjórnini í útmeldingini um, at Føroyar ikki skulu vænta sær langa skiftistíð.

Oddgreinin í Aktuelt stuðlar eisini útmeldingini frá donsku stjórnini. Hon sigur, at danir sjálvsagt ynskja Føroyar at verða verðandi í ríkisfelagsskapinum. Og eisini sigur hon, at føroyingar eiga at gera sær greitt, at sjálvstýri kostar.

Lesarabrøv í donsku bløðunum eru ikki serliga vinarlig móti samráðingaruppleggi føroyinga. Felags fyri tey øll er, at fólk halda búskaparligu krøvini frá føroyingum vera ov høg.

Heilt greitt sæst í útlendsku miðlunum, at tíðindini um, at føroyingar hava kraft eina skiftistíð, ið kann vara upp til 80 ár, hevur havt keðiliga ávirkan á samráðingarstøðu Føroya. Men tølini hjá danska fíggjarmálaráðnum um, hvat føroyingar kosta dønum, hava heilt greitt ikki verið til fyrimuns fyri donsku stjórnina.