Útlendingar skulu rinda meiri við Strandferðsluni

Næsta ár fær Strandferðslan ein prís fyri útlendingar og ein prís fyri føroyingar

Næsta ár fer tað at vera munandi dýrari hjá útlendskum ferðafólki at ferðast við Strandferðsluni.

 

Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

 

Nakað síðani skrivaðu vit, at nú fer tað at vera nógv dýrari hjá útlendingum at flúgva við tyrluni hjá Atlantsflogi, enn tað verður hjá føroyingum.

 

 

Les meiri um tað HER

 

 

Og Hilmar Eliasen sigur, at Strandferðslan fer at fylgja eftir. Tað varð uplýst, at sostatt fer tað at vera einar tríggjar ferðir dýrari hjá einum útlendingi at keypa ferðaseðil við Tyrluni, sum tað verður hjá einum føroyingi. Og stjórin á Strandferðsluni sigur, at støðan verður áleið tann sama hjá Strandferðsluni.

 

Hann sigur í hesum sambandi, at fólk skulu útvega sær eitt kort, sum er tengt at p-talinum. Longu sum er, hava nógv ferðafólk longu kort. Skúlaungdómur hevur skúlakort og onnur hava virðiskort. Men nú skulu øll hava kort, sum er tengt at p-talinum og tey fáa so ferðaseðlar fyri føroyskar prísir. Øll, sum ikki hava slíkt kort, rinda so serprísin fyri útlendingar.

 

Stjórin veit ikki, hvussu nógvir útlendingar ferðast við Strandferðsluni, tí hagtøl eru ikki yvir, hvør er føroyingur, og hvør er útlendingur.

 

Men hann sigur, at eftir tí, manningin á Sam hevur upplýst, eru tað nógvir túrar til Kalsoyar, har har nógv tey flestu ferðafólkini eru útlendingar.